Próvtøkufyrireiking í komandi viku

 

Komandi vika er fyrireiking til munnligu próvtøkurnar hjá 9. flokki. Umframt at næmingar  sjálvir lesa heima,  møta teir hjá lærarum sínum  í próvtøkulærugreinunum  at fáa vegleiðing  og svar upp á  spurningar og ivamál í sambandi við munnligu próvtøkurnar. Próvtøkulærugreinirnar eru sum kunnugt føroysk, søga, lívfrøði og danskt.

 

Møtt verður soleiðis:

 

9ð á Argjum:

Mánadagin 3. juni kl 8:00                

> søga 

Týsdagin 4. juni  kl 8:00                  

> føroyskt 

Hósdagin 6. juni kl 8:00                   

> danskt 

Fríggjadagin 7. juni kl 8:00              

> lívfrøði 

 


9HF í FSF:

Mánadagin 3. juni kl 800                

> søga 

> lívfrøði  

Týsdagin 4. juni kl 8:00                   

> føroyskt

Hósdagin 5. juni kl 8:00                 

> danskt

 

Grundlógardagur er mikudagin 5. juni, og hann er frídagur. 

 

Munnligu próvtøkurnar liggja í tíðarskeiðnum 11. - 26. Juni. Tit fáa at vita skjótast, júst hvørjar dagar tit skulu upp í ymisku lærugreinunum.