
3.a vitjaði úti á Fløtum fyrr í ár
Sum kunnugt eitur samanlagdi skúlin: Skúlin á Fløtum.
Úti á Fløtum er nevnt í bókini "William ummælir fagrar listir", har William Heinesen skrivar soleiðis: "Við Landavegin, "Úti á Fløtum", hevði Rasmus (Effersøe) eitt jarðarstykki, sum hann í yngri árum partvíst hevði dyrkað og stikað inni. Viðhvørt spákaði hann sær har út. Hann hevði við sær spaka og harva, men tað var ikki nógv, hann fekk á skaftið, hesin sjúkligi gamli maðurin, hann sat mestu tíðina á einum steini ella lá í grasinum, burtur í øðrum heimi. Bølla (skyldkona) bar honum millummálan út, te ella kaffi í einari trýpeglafløsku og kanelstroyddar "skillingskøkur" frá bakarínum hjá Kjelnesi í Bringsnagøtu. Hetta gamla skaldið ypti akslir av marglætni, tá ið hann setti seg í grasið at taka omanav fløskuni, sum ballað var inn í eitt ullint turriklæði, og meðan hann át, skemtaði hann við okkum dreingir og skyldkonu okkara, sær sjálvum til fragd."
"William ummælir fagrar listir"
Umrøður og ummæli, ið William skrivaði frá 1924-1984. Savnað hevur Jóhannes Enni. Lagt til rættis hava Marianna Debes Dahl og Árni Dahl. Útgáva: Fannir nýggjársdag 2000.
Brotið omanfyri er úr ritinum "Følv" 1979