
Og skúlin eitur Skúlin á
Fløtum
Skúlin á Fløtum
Nú klokkan 10 í morgun var lítil samkoma úti á Fløtum, har nýggi skúlin í
vesturbýnum skal byggjast. Hetta var til at avdúka úrslitið av navnakappingini.
Nýggi mentadeildarleiðarin hjá Tórshavnar kommunu, Sigurð Ólason Vang, beyð
vælkomin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í
mentanarnevndini, greiddu frá, at við ársbyrjan 2015 vórðu Venjingarskúlin og
Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla. Tað er hesin samanlagdi
skúlin, sum skal flyta í nýggja skúlan, sum verður bygdur í vesturbýnum. Skúlin
hevur millum manna síðan verið kallaður ”Vesturskúlin”.
Bygginevndin helt at rættast var at hava eina navnakapping á heimasíðuni
torshavn.fo, at vinningur á 5000 kr. varð latin, og at uppskotini, sum komu
inn, vórðu løgd fyri gøtunavnanevndina at taka støðu til. Hóast tað sambært
tíðarætlanini er long tíð, áðrenn flutt verður í nýggja skúlan, metti
bygginevndin tað skilagott at finna eitt navn til skúlan longu nú, áðrenn starvsheitið
verður so fastgrógvið, at tað verður navnið.
Treytir í sambandi við navnakappingina vóru, at navnið skal vera lætt at siga
og ikki vera ov langt, at ”skúli” skal vera partur av heitinum – ella skal
navnið vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein skúla.
Skipað hevur verið fyri navnakappingini á heimasíðuni torshavn.fo, og freistin
at lata uppskot inn var 26. mai. Tá freistin var farin, vóru 252 uppskot komin
inn, tó vóru summi av teimum, ið ikki luku treytirnar. Nøkur uppskot ganga
aftur, men talan var um 112 ymisk uppskot, sum lúka treytirnar.
21 skutu upp at geva skúlanum nanvið “Skúlin á Fløtum”, tað gjørdist vinnandi
navnið, og í lutakasti millum tey 21 gjørdist tyrluskiparin Andreas Mouritsen í
Hoyvík vinnari. Hini fáa eina heilsu frá kommununi.
Tíðarætlanin fyri nýggja skúlan er annars løgd soleiðis, at fyrsti partur av
skúlanum verður liðugur við árslok 2017. Sostatt verður flutt inn í fyrsta part
av skúlanum í 2018.