Skúlin á Fløtum

Kunningarskriv

Kveikingarfyrilestur og verkstova um innskúlingina við skúlamenningarráðgeva

Fyrilestur og stutt verkstova var mánakvøldið 22. juni kl. 19.00 á Frælsinum fyri lærarum í grunddeildini saman við námsfrøðingum, ið eru knýttir at frítíðarskúlunum hjá okkum. Týsdagin 23. juni kl. 09.00 - 15.00 var verkstova fyri lærarum í grunddeildini og starvsfólkum í frítíðarskúlanum. Lene Jensby Lange, skúlamenningarráðgevi, hevur fyrilisið og skipað hesar dagarnar.

 

Ein týdningarmikil partur fyri væleydnaðari samskipan av skúla og frítíð snýr seg um at grundleggja eitt felags sýni ella felags áskoðan á læru barna og viðkomandi námsfrøðiligt háttalag.  At lærarar og námsfrøðingar síggja møguleikar í at vera felags um høli og lærurúmið sum heild.

 

Evni vóru m.a. skúli í 21. øld í samspæli við lærarar, námsfrøðingar, leiðslu og ymsu liðini í skipanini. Fokus varð sett á nýggjar lærings- og skúlaformar, námsfrøðiliga kveiking, skapandi menningartilgongdir og seta verk handan orð, sniðgeva læringsrúm til eina nýggja tíð við dagførdari námsfrøði osfr.

Tvær ferðir í ár, 21.01. og 24.03.,  hava allir lærarar í samanlagda skúlanum verið saman í ráðleggingararbeiði, har skrivað hevur verið frá hugaroki um framtíðar dreymaskúlan, nýggja Skúlan á Fløtum.

 

Allir lærarar í samanlagda skúlanum eru annars við í eini fundarrøð í juni, har øll hava møguleika fyri at koma við hugskotum og ynskjum vegna tað økið, tey serliga varða av viðvíkjandi, hvussu nýggi skúlin skal innrættast. Við á hesum fundum eru Birita Wardum, býararkitektur við ábyrgd fyri byggiskránni, Eivind Danielsen, verkætlanarleiðari, Rúni Abrahamsen, arkitektráðgevi og Jógvan Dahl, samskipari.

 

Arbeiðsbólkar, 17 í tali, sita í løtuni og ráðleggja víðari um góð námsfrøðilig og byggifrøðilig hugskot til nýggja Skúlan á Fløtum. Arbeiðið gongur væl og skal vera liðugt í september. Síðsta hond verður løgd á hendan partin av verkinum námsfrøðiliga ráðleggingardagin 25. september, tá tikið verður saman um mongu fjølbroyttu hugskotini.

 

Tá vera aftur øll starvsfólk skúlans saman ein heilan dag, har m.a. øll ynski og uppskot frá hesum arbeiði síðani í januar verða eftirmett, tikin samanum og skrásett, áðrenn endaligu strikurnar verða settar á tekningina av nýggja skúlanum.

 

Flokslærarar komandi skúlaár

1a:Birita Olsen  1b:Berghild Poulsen  1d:Ann-Mari av Skarði  2a:Katrin Bech  2b:Beinta Viðstein  2d:Bjørg Olsen  3a:Katrin Dagbjartsdóttir  3b:Annelisa Joensen  3d:Marjun Dánialsdóttir  3e:Petur Mohr Reinert  4a:Marilyn Danielsen  4b:Jón Kragesteen  4d:Ester Poulsen  5a:Arnóra Thomsen  5b:Katin Gullbein  5d:Anna Dalsgaard  5e:Hjørdis Thomsen 

 

         Vendið!

6a:Fríðhildur Didriksen  6b:Torfinn Højgaard  6d:Hjørdis Heindriksdóttir  6e:Gunnvør Weihe  7a:Barbara Osen  7b:Erland Ludvig  7d:Malan Eyðunsdóttir  7e:Petur Mohr Samuelsen  8ð: Jens Christian Carlsson, Bergur Samulsen, Jónfríð Jóanesarson, Oddfríður Rasmussen   8f:Eddie H. Joensen   9a:Tordis Johannessen  9b:Fríða Eysturoy   9ð: Bergur Rasmussen, Margreth Veihe, Jóannis Petersen   9f:Petur Reinert.

 

Floksheitini

Floksheitini í ymsu árgangunum verða frá komandi skúlaári soleiðis, at a- og b-flokkarnir í fv Venjingarskúlanum eita tað sama, td. 5a og 5b, meðan a- og b-flokkarnir í fv Kommunuskúlanum fáa heitið d og e, td. 5d og 5e.

 

Heimastovur komandi skúlaár:

1a Sjúrðarstova, KG

1b Garðsstova, KG

1d Kongsstova, KG

 

2a Tvørstova, KG

2b Tróndarstova, KG

2d Tórsstova, KG

 

3a Heimari 1

3b Heimari 2

3d Heimari 3

3e Heimari 4

4a Frælsið 46

4b Frælsið 47

4d Frælsið 48

 

5a Frælsið 64

5b Frælsið 65

5d Frælsið 66

5e Frælsið 67

6a Frælsið 71

6b Frælsið 72

6d Frælsið 73

6e Frælsið 74

7a Argir 1

7b Argir 2

7d Argir 3

7e Argir 4

8ð Argir 7, 8, 10, 13

8f  FSF, miðhæddin

 

 

9a Frælsið 75

9b Frælsið 76

9ð FSF, miðhæddin

9f  FSF, miðhæddin

 

Ársmetini

8. floksnæmingarnir fáa ársmetini/karakterbøkurnar frá flokslærarunum 26/6 eftir morgunsangin.

 

Próvhandanirnar verða mikudagin 24. juni

Mikudagin tann 24. juni eru hesar próvhandanir í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla:

kl 10              Sertilboðið/4-10                  Heimari skúli

kl 16              9a og 9b                              Høllin á Læraraskúlanum

kl 18              9ð og 9f                              Høllin á Læraraskúlanum

 

Nýggi mentamálaleiðarin í býráðnum á kunnandi vitjan                                                                                            Mentanardeildin í býráðnum við Sigurði Ó. Vang á odda hevur vitjað skúlan og skúlastýrið. Tosað varð m.a. um skúlabyggingina úti á Fløtum. Greitt varð frá, at fyrireikandi arbeiðið við hesi gongur væl, øll útlit eru til, at tíðarætlanin fer at halda, soleiðis at miðdeildin flytir inn í nýggja skúlan í januar 2018. Nýggja skúlabyggingin, ið er størsta kommunala byggiverkætlan á økinum nakrantíð, hevur fyrstu raðfesting hjá býráðnum í løtuni. Av øðrum málum vórðu m.a. á vitjanini nevnd uppfrískan av skúlagarðinum í Heimara skúla, skelting og uppstígan av heimasíðu skúlans, allir næmingar skúlans, tó undantiknir 1. flokkarnir, hava teldlar frá 1. sep. og  skúlasamskiftismiðilin Vitanet verður somuleiðis at fata um allan skúlan frá 1. sep. 

Síðsta skúladag fyri summarferiuna

Fríggjadagin tann 26. juni, møta næmingarnir  kl. 9 til morgunsang á vanligum staði, síðani í verandi floksstovurnar og  haðani verður farið í komandi heimastovurnar, sum flokkarnir skulu hava frá 17. august og komandi skúlaár.  Skúladagurin er liðugur kl. 11, og summarfrítíðin byrjar.

 

Heimasíðan www.venkom.fo

Eru spurningar, verið vælkomin at venda tykkum til leiðsluna ella skrivstovuna.  Heimasíða okkara hevur adressuna: www.venkom.fo

Telefon skúlans er  30 23 45.

 

Góða summarferiu!

Vinaliga

Skúlin á Fløtum