
Staðseting fyri ymsu árgangirnar komandi skúlaár verður soleiðis:
Savning av árgangunum frá skúlaárinum 2015/16 er ein av megintræðrunum í samanleggingartilgongdini, m.a. fyri at styrkja samanhaldið næminga- og lærara millum, hækka / menna fakliga og námsfrøðiliga vitanar- og starvsstig læraranna í verki og ástøði, hetta til tess at næmingarnir skulu fáa so nógv burturúr síni skúlagongd sum gjørligt. 1-2. árgangur verður í Skúlanum í Kongagøtu. Hetta varð eisini mælt til í álitinum frá arbeiðsbólkinum um Vesturskúlan síðsta vár og somuleiðis fráboðað á kunnandi foreldrafundinum 14/1-2015 í Læraraskúlahøllini. 3. árgangur verður í Heimara skúla, 4-6. árgangur á Frælsinum og 7-8. árgangirnir á Argjum.
Avgjørt er frá komandi skúlaári at flyta sertilboðið, sum í løtuni telur 26 næmingar, úr Heimara skúla út í Ytra skúla. Orsøkin er, at tað er umsíðir eydnast skúlanum at fáa ræði á øllum stovunum í Heimara skúla. Kvøldskúlin, sum annars síðstu mongu árini hevur nýtt part av stovunum og goymt tilfar og tung/stór amboð har, hevur nú umsíðir funnið aðra loysn og letur okkum stovuna. Býráðið játtar hesum. Stovurnar í Heimara skúla eru væl størri enn stovurnar í Ytra skúla, haraftrat eru tær munandi hægri, ljósari inni og betri luftútskifting, gongin er nógv breiðari, væl egnað til spæls regndagar, bólkaarbeiði í undirvísingini oa. Betri og rúmligari bólkarúm og lærarastovu, sum er hóskandi og sera góð til hesa skúlaeindina. Toiletviðurskiftini eru góð í Heimara skúla. Meðan tað bert eru tvinni lítil WC í Ytra skúla og eitt handvask, eru 7 nýggj, góð og rúmlig WC í Heimara skúla við 7 handvaskum (av hesum 7 WC-num er eitt handicap-WC). Staðsetingin av 9. flokkunum verður fingin upp á pláss í næstum.
Annars kann eina ferð enn upplýsast, at býráðið arbeiðir av fullari megi við stóru Vesturskúlaverkætlanini. Sambært hesi verður væntað, at nýggi skúlin verður liðugur í 2018.
1-2. árgangur (144 næm) í Skúlanum í Kongagøtu
3. árgangur (80 næm) í Heimara skúla (brúna skúla)
Sertilboðið (26 næm) í Ytra skúla (gula skúla)
4. árgangur (65 næm) Á Frælsinum stovur 46-47-48
5. árgangur (76 næm) Á Frælsinum stovur 64-65-66-67
6. árgangur (80 næm) Á Frælsinum stovur 71-72-73-74
7-8. árgangur (190 næm) í Skúlanum á Argjum.