Starv sum varaskúlastjóri í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla (Skúlanum á Fløtum)

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla.


Í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla eru umleið 800 næmingar frá 1. flokki til 9. Skúlin hevur eisini eina serdeild til næmingar við serligum tørvi.

Í skúlanum eru umleið 70 fulltíðarstørv.


Um starvið

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd skúlastjórans, í samstarvi við hinar varaskúlastjórarnar og leiðslutoymið sum heild, skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. Harafturat skal viðkomandi duga mennandi samstarv, vera fyrikomandi, fúsur at taka á seg uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur, leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning í skúlans arbeiði á øllum økjum.


Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Fyrimunur er harumframt at hava leiðsluroyndir.


Løn og setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum og við tænastu í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla. Tann, íð settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Starvið verður lønt í lønarflokki 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.


Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 29. juni 2015.


Umsóknin verður stílað til:

Venjingarskúlan/Tórshavnar Kommunuskúla (Skúlan á Fløtum), t-post adressa venkom@skulin.fo ella skúlastjórans, t-post adressa: hj0907k3@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðuni og við at venda sær til skúlastjórans, tlf. 30 23 45 ella 21 19 47.


www.venkom.fo