TEY ELSTU VITJAÐU TEY YNGSTU

Sum umrøtt á heimasíðuni niðanfyri, var síðsti skúladagur hjá 9. flokki í gjár. Næmingarnir í innskúlingini fingu eisini at kenna, at nú er skúlin liðugur hjá teimum elstu. Børnini vistu, at tey fóru at koma, og tey vistu eisini, at okkurt gott var í væntu. Soleiðis plagar at vera, og soleiðis var eisini hesuferð.  Sum myndirnar vísa, vóru øll savnað í Grasagarði, og har regnaði við bommum, nógvum bommum. 


Einaferð, um 6 ár, um 7 ár ella um 8. ár fara børnini í Kongagøtu og Finsen kanska at kasta bomm, men tá verður tað úti á Fløtum :-) 

Myndir: kd&bo