TEY RUDDAÐU DÚGLIGA

 

Á hvørjum ári skipar Tórshavnar kommuna fyri umhvørvisviku í 19. viku. Ymisk evni hava verið á umhvørvisvikuni eitt nú um plastnýtslu, CO2-útlát og matoysl. Umhvørvisvikan er ætlað øllum borgarum í kommununi. Umhvørvisveiðan, Planta eitt træ, verkstovur og framsýningar eru millum afturvendandi tiltøkini. Eisini eru ruddingardagar fyri skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar.

 

Ruddingardagurin hjá skúlunum var í dag. 1. a og 1. b í Kongagøtu meldaðu seg til, og í  morgun ruddaðu tey í Grasagarði og í økinum rundan um skúlan. Annvør, sum er annar av flokslærarunum í 1. flokki, heldur, at tey 48 børnini, sum ruddaðu  í dag,  vóru sera  røsk, ágrýtin og spent  at sleppa at vera við til at fríðka okkara bý.

 

Í sambandi við ruddingardagin er ein myndakapping millum allar flokkarnar, har vinningurin er kr. 4000 innan hesar tríggjar bólkar: Tann ræðandiTann vakra og Tann stuttliga. Spennandi verður, hvør nú fer avstað við vinningunum :-)

 

Í umhvørvisvikuni hava næmingarnir í 2. og 3. flokki verið upptiknir av at arbeiða í verkstovum á Margarinfabrikkini. Sí facebooksíðuna hjá Margarinfabrikkini HER.

Myndir: an&jú