TÍÐIN RENNUR SUM STREYMUR Í Á

Okkurt um 130 næmingar í hvítum og svørtum troyggjum og lærarar teirra vóru til stóra morgunmatarborðið hjá 9. flokki   í Miðhøllini á Argjum í morgun. Fleiri røður vórðu hildnar, fyrst  Martin Karl, síðan Oddfríður, Eddie og at enda Harriet.: skemtligar, kenslubornar, afturlítandi, framtíðarvendar og heimspekiligar.


Í røðu síni hugleiddi Harriet m.a. soleiðis:

Úti her í Eindini á Argjum hevur tað verið eitt praktfult og stundum festligt huglag, ið tit, fittu næmingar í ð hava skapað. Her hevur verið sera fínt at verið, bæði hjá næmingum og lærarum. Trivnaðurin hevur verið í hásæti, og tað hevur frøtt mítt lærarahjarta, tí at kanningar visa, at tað er bæði hugaligari og lættari at læra tá. Árið er nú um at vera liðugt, og ein nýgg byrjan stendur fyri framman.


Hvussu kann mann lýsa eitt vegamót? Ella eina skilnaðarstøðu?:

Ein næmingur segði fyrradagin, at hann helt tað kennast løgið og at heili hansara kundi likasum ikki fevna um og fata støðuna...men tað var fyrradagin. Nú hevur heilin allarhelst flutt seg til nýggja núið.

“Eg kenni tað sorgblítt!” Segði ein næmingur í gjár og hugdi rundan um seg at hinum, ið sótu við borðið i Miðhøllini. Hini skiltu hana, sjálvt um onkur teirra eisini helt, tað vera deiligt, samstundis sum tað eisini er ræðandi at standa á vegamótinum. “Mann fer úr sínari comfort zone!”

Tá ið eg, seinni sama dag, segði nakað um, hvussu gott tað var, at tit kortini fóru at fáa møguleika at fara til bálið í Sandagerði, samtyktu flestu tykkara, ímeðan ein næmingur var eitt sindur dapur. “Eg eri bangin!” Lat í henni, “tí at alt er so nýtt og ókent.”

Soleiðis er, tá ið flutt  verður frá kendum til ókent. Nógvar ymiskar kenslur eru uppi at leika. Spenningur, fjáltur, forvitni, gleði og sorgblídni eru bert nakrar teirra.

 

Tann felagsskapur, ið tit hava havt við hini í bólkunum og í skúlanum sum heild, er at enda komin. Ístaðin fyri at hyggja inneftir fara tit nú at venda eyguni úteftir at øðrum samanhangum og felagskapum. Tó, enn eru tit skamma stund í Skúlanum á Fløtum og kunnu enn dvølja í vinarbondunum, ið tit hava knýtt her.

 

Tit kunnu longu nú onkursvegna hyggja í bakspeglið og minnast á og hugleiða um alt tað, ið tit hava havt her á staðnum. Bussurin, túrarnir niðan í Magn, skutararnir (og politiið), Just Dance, klaverið og nú eisini guittarnir. Reikanin frá einari skúlastovu í aðra og frá einari skúlaeind í aðra. Setursskúlarnir. Skiftið frá ovurstórum flokkum í 8inda til vanligar støddir í 9.inda. Reyðir, grønir, gulir og bláir bólkar, ð, f og h, stjórin, varaskúlastjórarnir og allir lærararnir.

Tey níggju árini, ið tit hava gingið í skúla, hava havt nógvar broytingar við sær. Tit hava gingið í Sankta Frans, Venjingarskúlanum, Kommunuskúlanum og øðrum skúlum og nú eisini í Skúlanum á Fløtum. Eftir summarsteðgin byrja flestu tykkara í nýggjum skúlum sum Nám X, Glasir og eftirskúlum. Eftir tað verður tað allarhelst til enn fleiri tímar á skúlabeinki í leiðini, ið tit tá fara at útbúgva tykkum í. Den tid, den sorg.

Núið er eittans og eigur at livast fult út. Carpe Diem. Í mínum kæra gula bólki hava vit tosað eitt sindur um yrkingina ‘Tiden’ hjá Benny Andersen, ið snýr seg um, at tíðin rennur sum streymur í á. Áðrenn ein veit av, er longu en ein vika farin, enn eitt ár og fleiri ár. Støður og fólk broytast. Og torført er at fylgja við tíðini. Hon fer bert og Benny spyr, um hon nakrantíð hevur verið har. Yrkingin kann óivað tulkast á mangar hættir, men vit blivu samd um, at boðskapurin er, at mann skal liva í núinum, vera nærverandi.

Tá ið borðhaldið var liðugt, fóru næmingarnir út á eindirnar at ”kasta bomm”, sum siðvenja er, og seinni í morgun verður undirhald á Argjum fyri 7. og 8. flokki.