Fríðhildur Didriksen

Trúfastir lærarar

Tá ið næmingarnir fóru heim í summarfrí fríggjadagin, hittust lærararnir til eina hugnaløtu í gamla realskúlanum í miðbýnum. Hanus Joensen, stjóri, nýtti høvi til at takka fimm starvsfeløgum og fyri trúgva tænastu, nú teir hava nátt rundan starvsaldur. Teimum til heiðurs vórðu latnar blómur og gávur frá skúlanum.

Tær fimm eru:
Fríðhildur Didriksen, 30 ára starvsaldur
Katrin Gullbein, 25 ára starvsaldur
Annvør Nielsen, 20 ára starvsaldur
Barbara Krossteig Olsen, 20 ára starvsaldur
Beinta Viðstein, 20 ára starvsaldur

Allar byrjaðu í Venjingarskúlanum og starvast nú í samanlagda skúlanum, sum nú fer at bera navnið Skúlin á Fløtum.