VALA GLASHANDVERK

 

Bjørg Djurhuus stendur á høvuðsgongini niðri við bókasavnið á Frælsinum við einum trækassa og hyggur væl nøgd inn í eitt framsýningarskáp. Á einum uppslagi stendur við vakrari spjaldraskrift: “Vøkru glaslutirnar hava næmingar í 5. og 7. flokki gjørt í smíð saman við Jóannisi og lesandi á Námsvísindadeildini.”  Á trimum hillum standa prýðiligir glaslutir, fleiri átøkir veruligum glaslistaverkum. 

 

Hetta skúlaárið er Bjørg  ikki so nógv at síggja í Skúlanum á Fløtum, tí hon hevur farloyi frá sínum starvi sum skúlalærari og undivísir  í linjugreinini smíð á Námsvísindadeildini. Umframt læraraútbúgving, hevur Bjørg  hægri útbúgving innan list. Hon sigur soleiðis frá: 

 

“Børnini hava gjørt  glasverkini í sambandi við eina próvtøku hjá lesandi á Námsvísindadeildini. Bert tveir  skúlatímar eru brúktir at evna til og gera liðugt. Hetta vísir, hvussu lætt og skjótt kann vera at arbeiða við glasi, og hvussu lætt tað er at fáa nøkur øgiliga góð úrslit burturúr. Skúlin á Fløtum hevur ikki sín egna glasovn, so tað ber ikki til at brenna glas her í skúlanum. Men til alla lukku hevur Setrið ein, og har sluppu vit framat.” Bjørg greiðir róliga frá og vónar, at nýggi skúlin út á Fløtum fær ein stóran ovn, sum kann brenna glas.   

 

Sjálvt arbeiðið er gjørt í smíðstovuni, har eru røttu amboðini, tengur og onnur tól at klippa og skera við. Bjørg sigur, at til ber at fara rættliga langt niður í aldri, tá ið soleiðis verður arbeitt við glasi, og tí kunnu fleiri árgangir fáa gleði av tí.  Hon vísir á, at námsætlanin í smíð leggur upp til, at eisini verður arbeitt við eitt nú glasi og metalli, og at næmingurin sjálvur skal seta merki á tað, hann skapar. Hon heldur, at vanliga útbreidda hugsanin um lærugreinina smíð er, at fakið skal vera ein lopfjøl til eitt handverkarayrki heldur enn at vera listahandverk. Og soleiðis eigur tað ikki bara at vera.

 

Næmingunum dámdu sera væl at skifta timbur út við glas, fleiri vildu hava sín lut heim við beinanvegin. Hugtakandi listahandverkini sleppa tó fyrst at standa í skápinum í nakrar dagar, so onnur fáa gleði av at síggja tey.