7. flokkur

Relateret billede


 Val av lærugrein til 8. flokk

Tit skulu nú velja eina ella fleiri vallærugreinir til komandi skúlaár.

Í 8. flokki fara tit at hava 30 kravdar tímar um vikuna. Tit kunnu hava upp til 37 tímar, og tí kunnu tit velja í mesta lagi 7 tímar afturat.

Kravdar lærugreinar eru: Kristni, føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði, søga/samtíð, samfelagsfrøði, landafrøði, lívfrøði og ítróttur.

Fyri at verða tikin inn á miðnámsskúla eru hesi krøv :

  • Náttúrubreyt: Alis og evnafrøði (Glasir)
  • Hugbreyt: málleiðin krevur týskt (Glasir)
  • Tilfeingisbreyt: Alis og evnafrøði (Vestmanna)
  • Tøknubreyt: Alis og evnafrøði (Klaksvík)

Vallærugreinir, sum tit kunnu velja í 8. flokki eru:

  • Alis og evnafrøði - 4 t
  • Týskt - 3 t
  • Handarbeiði - 2 t
  • Tónleikur - 2 t
  • Smíð - 2 t
  • Myndlist - 2 t
  • Heimkunnleiki - 2 t
  • Moturlæru - 2 t
  • Skrivigleði - 2 t
  • Íverksetan - 2.t