Føroyskt
Um undirvísingina- Í vinstra bredda eru allar fyrisagnirnar, so til ber at lesa, hóast arkið er burtur.
- Tað er sera týdningarmikið, at stuðlað verður upp undir lesingina heima við í minsta lagi 20 minuttum hvønn dag í viku.
- Í skúlanum byrja vit tíman við at skriva orðini, tey hava lisið uppá heima.
- Fyrstu tíðina gera vit nógv burturúr at fáa handskriftina vakra, samstundis sum vit skriva orðini og læra okkum bending og annað um tey.
- Síðan lesa vit í einar 20 minuttir. So hvørt sum ein bók er lisin, verður hon greinað. Skjalið verður goymt í einari mappu, har hvør bók, sum er lænt, lisin og greinað, verður bókførd.
- Síðan verður arbeitt við mállæru í Eg skrivi.
Gummi•Tarzan.pdf