FRÍGGJADAGIN VAR RØRSLUFAGNAÐUR

Fríggjamorgunin klokkan 10 fóru allir flokkar, tó ikki 9. flokkur, til  rørslufagnað, sum Fólkaheilsuráðið og  Tórshavnar kommuna skipaðu fyri. Hesaferð var tiltakið í Gundadali har umleið 2.500 fólk, mest børn, men eisini vaksin,  vóru samlaði fyri at vera virkin saman við øðrum. 

Bárður Persson bjóðaði vælkomin, Annika Olsen, borgarstjóri og Jón Klein Olsen, ráðslimur í Fólkaheilsuráðnum hildu røðu, áðrenn Jensina Olsen hitaði upp við sínum lætta og stuttliga undirhaldi. Egga Jensen var kosin til ársins ABC fyrimynd. Áðrenn farið var avstað oman til Sjónleikarahúsið klipti hann startbandið og síðani fór fagnaðargongan avstað. Tríggir dansarar í ABC litunum - lilla, grønt, blátt - settu dám á túrin saman við einum DJ, sum syrgdi fyri tí góða glaða tónleikinum. Nógvir luttakarar nýttu høvið at lata seg í okkurt litfagurt og stuttligt, millum annað vóru Karius og Baktus við. 

Túrurin endaði uppi á Ovara vølli, har ein rúgva av virksemi var á skránni millum annað ymisk bóltspøl, posarenning, togtogan, boccia, møguleiki var eisini fyri at hoppa band, ganga á línu, spæla kross og bolla ella gera fimleik. Stórur áhugi var fyri at telva simultan talv ímóti ársins telvara, Luitjin Apol. Børnunum dámdu væl at spæla við nýggju ABC krabbagágguna fyri børn.

Heimasíðan hjá Fólkaheilsuráðnum: Fylg slóðini HER.

Myndir á Portalinum. Fylg slóðini HER.

Myndir: Harriet Poulsen og  heimasíðan hjá Fólkaheilsuráðnum

 

 

Eitt ABC tiltak

Rørslufagnaðurin er  liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta er ein verkætlan, sum leggur dent á at styrkja sálarligu heilsuna hjá fólki við at fáa tey at vera  virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og taka lut  í virksemi, ið  hevur týdning fyri ein sjálvan. 

 

 

Kelda: Fólkaheilsuráðið

Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum