Her standa tey, lærararnir í ítróttarrásini, á okkara evsta tindi, PeturR, Malan, Marjun og Eddie (Margreth vantar á myndini).

 

GÓÐAR GONGUSKÓGVAR, OG SERLIGA GOTT LAG

 

“Gott, fólk….  Nú eru vit festlig. Í Harrans veðrinum í morgin fara vit gongutúr. Hvør sum ein. Vit møta øll somul í skúlanum í morgin árini klokkan 8.00. Síðani fara vit til gongu niðan móti Reynsmúlalág….Havið ein góðan matpakka við. Góðar gonguskógvar. Og serliga gott lag.” Soleiðis ljóðaði  boðskapurin  frá einum flokslærara  á facebookbólkinum hjá 9.ð mikudagin.   Frágera góða veðrið í gjár kundi ikki bara fara framvið uttan nakað. Veðurforsagnirnar vóru longu góðar mikudagin, og tí varð avgerð tikin um at gera hósdagin til stóran útferðardagin. 

 

Eindin á Frælsinium legði leiðina niðan á Kongavarðar, tey á Argjum fóru til Kirkjuboðar og ítróttarrásin gjørdi ikki mætari enn at fara upp á sjálvan Slættaratind. Sum vit skrivaðu í gjár, fóru tey í Finsen og Kongagøtu eftir rossagøtuni. Tær myndirnar kunnu síggjast HER.

Sí annars myndir niðanfyri.

Myndatøkur: Or, jú, kj, ma,