Næmingarnir heima, men lærararnir í skúla

25. Sep 2015

Í dag hevur Skúlin á Fløtum verið næmingaleysur, tí námsfrøðiligur ráðleggingardagur hevur verið á Frælsinum.Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, hevði fleiri gevandi fyrilestrar og venjingar við lærarunum. Heðin Mortensen borgarstjórii var og greiddi frá um nýggja skúlan úti á Fløtum og svaraði eisini spurningum saman...

les meir

Næmingar í teinæringi

25. Sep 2015

Rógving er partur av ítróttinum hjá 9. flokki. Skúlin á Fløtum eigur lítlan part í teinæringinum, og næmingar og lærarar hava tí atgongd til henda snøgga, stóra róðrarbáin.Í vikuni var Torfinn Højgaard og róði við næmingum. Sum myndirnar vísa var veðrið til vildar. ...

les meir

Nú er Vitanet virkið aftur

24. Sep 2015

Dagføringin er framd og Vitanet er virkið aftur. Dagføringin hevur millum annað við sær, at allir kagar (browsarar) kunnu nýtast. ...

les meir

Vitanet verður dagført í dag

23. Sep 2015

Kl 16.00 í dag byrjar ein stór dagføring av Vitanet. Vitanet verður tí óvirkið kl 16.00 og nakrar tímar fram. ...

les meir

Námsseinnapartur í samband við gerð av byggiskránni

17. Sep 2015

Byggiverkætlanarleiðslan fyri Skúlan á Fløtum og mentanarumsitingin hjá býráðnum skipar fyri námsseinnaparti fyri starvsfólki skúlans fríggjadagin 18/9. Í sambandi við gerð av byggiskránni viðvíkjandi Skúlanum á Fløtum verða tað M. R. Eriksen og H. W. Knudsen, sum leggja til rættis skeiðsseinnapartin við framløgum og bólkaarbeiðum...

les meir

Politiskur fundur

25. Aug 2015

Í sambandi við løgtingsvalið komandi týsdag var politiskur fundur í Læraraskúlahøllini í morgun fyri øllum næmingum í 8. og 9. flokki. Ungmannafeløgini hjá flokkunum á tingi vórðu boðin at manna eitt pallborð, men bert umboð fyri Javnaðarflokkin og Framsókn møttu....

les meir

Útferð og politiskur fundur

24. Aug 2015

Politiskur fyrrapartur týsdagin 25/8 Framhaldsdeildin arbeiðir við føroyskum politikki fyrrapartin í morgin. Allir næmingar í 8. og 9. fl. møta kl. 8 í morginárini. Hesir lærarar møta við flokkunum: 8. flokkur: JC, JÚ, PR, OR og EJ. 9. flokkur: TJ, FE, BR,...

les meir

Fyrsti skúladagur

17. Aug 2015

Í dag er fyrsti skúladagur, og í dag er eisini allar fyrsti skúladagur hjá 1. flokki.73 børn komu í dag í skúla fyri fyrstu ferð. Tey ganga í 1.a, 1.b og 1.d, sum halda til í Kongagøtu. Birita, Begga og Ann Mary eru flokslærarar. ...

les meir