GULL TIL SKÚLAN Á FLØTUM

03. Mai 2019

Stóri finaludagurin í skúlafótbólti var í Marghøllini í Vági í gjár. Fleiri enn 60 lið við umleið 700 luttakarum spældu í endaspælinum. Eitt blandað lið úr 6. b vann gull.

Meira at frætta á næstu síðu.

les meir

VIT EIGA EIN MEISTARA Í NEVALEIKI

02. Mai 2019

Teitur Jákupsson í 9. ð er nevaleikari. Seinasta vikuskifti skrivaði hann søgu, tá ið hann vann danska meistaraskapin fyri ungar boksarar í byrjunarbólkinum.

Frætt meira á næstu síðu.

les meir

FRÁLÍK TÓNLEIKAÚRSLIT Í KEYPMANNAHAVN

01. Mai 2019

Fleiri næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla hava um vikuskiftið verið til Berlingske Tidende tónleikakapping í Keypmannahavn. Úrslitini vóru sera góð, og harafturat avbjóðingin at royna seg millum javnaldrar. Vert er at leggja til merkis, at fleiri av næmingunum ganga í okkara skúla.

les meir

TALANDI KVIRRAN

30. Apr 2019

Garðvaktin tykist keða seg, meðan hon einsamøll einsamøll fer inn eftir lon 4. Miðskeiðis í lonini stendur telduvørðurin, ið gongur við eini MacBook Air í hondini. “Her er ikki nógv hjá mær at gera í morgun, hvar eru øll børnini?”. ”4. flokkur er til landsroynd,” svarar hann, meðan hann kveikir til høgru fyri líkasum at vísa til opnu hurðarnar í stovu 46, 47 og 48.
Meira á næstu síðu.

les meir

SAMKOMA INNI Í BYGNINGINUM Á FLØTUM

29. Apr 2019

Alt gongur alt sum eftir ánni á Fløtum, har Føroya størsti fólkaskúli tekur skap, og skúlin er nú innilokaður. Seinnapartin fríggjadagin var samkoma inni í bygninginum, sum eftir ætlan verður liðugur um mánaðarskiftið juni/juli 2020.
Í hesum sambandi var hátíðarløta, har borgarstjórin, flutti fram røðu. Sum sæst á myndini vóru Regin Marnersson, skúlastjóri og landsstýriskvinnan í mentamálum vóru eisini á staðnum.

Meira á næstu síðu.

les meir

“PERLA FYRI FØROYSKA SKÚLAVERKIД

26. Apr 2019

Føgru orðini sigur borgarstjórin um nýggja skúlan, sum verður handaður kommununi í juni næsta ár. Annika Olsen vitjaði úti á Fløtum týsdagin.

Meira á næstu síðu.

les meir

GÓÐAN FLAGGDAG

25. Apr 2019

Okkara flaggdagur er í dag 25. apríl. Hesin dagur er valdur, tí bretska ríksistjórnin 25. apríl í 1940 gav boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, Merkinum. Sostatt var Bretland fyrsta tjóðin í heiminum, ið viðurkendi okkara flagg.

Meira á næstu síðu

les meir

ROKNIDAGAR Í MIÐBÝNUM

24. Apr 2019

Næmingarnir í Kongagøtu og í Finsen hava havt roknidagar í gjár og í dag. Tey hava arbeitt bæði inni og úti hesar báðar seinastu skúladagarnar millum páskirnar og flaggdagin.

Nógvar myndir á næstu síðu.

les meir