Menningarætlanin Litir í Leiki

Endamálið við verkætlanini er at bjóða eitt skúlatilboð, har ljóðførisog tónleikaundirvísing í víðastu merking eru sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og soleiðis verður dagligur partur av skúladegi næminganna fyrstu skúlaárini.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Musikkskúlan og Skúlan á Fløtum. Mentamálaráðið við skiftandi ráðharrum á odda seinastu árini hevur víst ætlanini stóran áhuga og stuðul. Musikkskúlin, fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum og Tórshavnar kommuna hava verið sera jalig mótvegis royndarverkætlanini frá fyrsta degi, og m.a. gjørt tað møguligt at fyrireika ætlanina væl og virðiliga.

Krøvini til fólkaskúlapartin eru tey somu sum til allar aðrar landsins fólkaskúlar, meðan tónleikaparturin er eitt øðrvísi og víðkað tilboð í mun til tað, musikkskúlin í dag bjóðar næmingum sínum. Sambært hesum leistinum fáa næmingarnir musikkundirvísing á ymsan hátt hvønn skúladag, við t.d. bólkaundirvísing, samanspæli, tónleikaástøði, hoyrilæru og einstaklingafrálæru. Eitt eyðkenni við hesi verkætlanini er, at undirvísingin byrjar beinanvegin við øllum frábrigdum, tulkingum og tekniskum førleikum í víðastu merking.


Ljóðføri

Hesi ljóðføri verða bjóðað næmingunum:
Violin
Viola
Sello
Kontrabass
Messingljóðføri
Tvørfloyta
Akkordion/harmonika


Luttøkugjald fyri tónleikapartin

Tónleikaparturin í skipanini kostar kr. 5.000,- pr. skúlaár (kr. 500 um mán.) og svarar tað á leið til tað, musikkskúlagjaldið er í løtuni, tá tikið verður hædd fyri longdu tónleikaundirvísingartíðini í hesi royndarætlanini. Aðra stess, har hendan verkætlanin verður roynd, liggur næmingagjaldið millum 6.000 og 10.000 kr. pr. ár. Fólkaskúlaparturin er sjálvandi ókeypis sum í øllum øðrum skúlum.


Tónleikaliga virkin hvønn skúladag

Umframt sítt vanliga fólkaskúlagreinabýti eru hesi børn sostatt tónleikaliga virkin hvønn skúladag í vikuni. At tey tískil verða betri fyri til tónleikaligan førleika enn onnur børn er eyðsæð. Men bæði í Ungarn, á Szilvay-skúlanum í Helsinki og aðrastaðni, har tónleikur soleiðis er dagligur partur av skúladegnum, hava royndir staðfest, at henda støðuga listarliga ávirkan eisini hevur fremjandi ávirkan á børnini á so manga annan hátt.

Í sínari lýsing av skúlastovninum í Eystur-Helsinki leggur stovnari og leiðari skúlans Géza Szilvay tí afturvendandi dent á, at um enn tað er ein veruleiki, at tónlistarligu úrslit skúlans hava havt kollveltandi týdning fyri tað framkomna strokspælið í Finlandi, so er tað kortini tað alment menniskjaliga, næmingurin sjálvur, sum námsfrøðiliga er í fokus.

Hjá okkum er enn so stutt fráliðið, men longu nú halda vit okkum kunna merkja gagnliga árinið av hesari skúlaroynd á trivnaðin hjá børnunum og á skúlaumhvørvið, tey eru partur av. Hetta er bara ein kensla, vit hava, og tí er tað so gleðiligt, at Fróðskaparsetur Føroya hevur víst okkara skúlaroynd tann ans, at tey fylgja gongdini í hesi.


Fólkaskúlakrøv

Krøvini til fólkaskúlapartin eru tey somu sum til allar aðrar landsins fólkaskúlar, meðan tónleikaparturin er eitt øðrvísi og víðkað tilboð í mun til tað, musikkskúlin í dag bjóðar næmingum sínum. Sambært hesum leistinum fáa næmingarnir musikkundirvísing á ymsan hátt hvønn skúladag, við t.d. bólkaundirvísing, samanspæli, tónleikaástøði, hoyrilæru og einstaklingafrálæru. Eitt eyðkenni við hesi verkætlanini er, at undirvísingin byrjar beinanvegin við øllum frábrigdum, tulkingum og tekniskum førleikum í víðastu merking.


Síðuvinningar

Økt tónleikaundirvísing í fólkaskúlahøpi gevur eisini nógvar síðuvinningar. Gjøgnum tónleik læra børnini:

1: Í ljóðførisfrálæru at mennast motoriskt skjótari og betur enn vanligt.

2:Í ljóðførisfrálæru og hoyrilæru at menna konsentratiónina - og harvið evnini at læra - skjótari og betur enn vanligt.

3: Í samanspæli at lurta eftir hvørjum øðrum, at hoyra og síggja í verki týdningin av at lyfta í flokk og spæla saman. Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur víst verkætlanini áhuga, fyri at fylgja gongdini, lesiførleikanum hjá børnunum, sosialu førleikunum, og hvat árin tónleikur annars hevur á næmingarnar. Vónandi eitt áhugavert íkast til framtíðar skúlaframburð her á landi.


Mennandi íkast

Verkætlanin er upprunaliga eftir finskum leisti, sum ein ungverji, Géza Szilvay, búsitandi í Helsinki, hevur sett á stovn eftir kenda Kodály-námsháttinum til tess at læra børn at spæla ljóðføri og á tann hátt at fremja menningartilgongd teirra fakliga og sosialt. Royndir aðrastaðni hava víst, at tað at geva børnum høvi til dagligt samband við tónleik ikki bara fremur teirra førleika til tónleikaligt virksemi, men eisini letur upp sál og sinni fyri allari aðrari innlæring og menning, kropsligari eins væl og sálarligari.


Dygd og gleði

Politiski myndugleikin í Helsinki, haðani vit hava íblásturin, var í byrjan trekur og ivingarsamur, tá brøðurnir Szilvay við slíkum skúlaformi í heimlandi teirra, Ungarn, sum fyrimynd fyri góðum tíggju árum síðan í samstarvi við ein fólkaskúla tóku stig til at fáa í lag sín Itä-Helsingin Musiikiopisto, sum kombineraði skúlastovnurin eitur. Men nú á stóra jubileumshaldi skúlans seinast í novembur mánaði, har vit vóru bodnir gestir, komu vit á tal við slíkar fyrrverandi tortrúnar skúlapolitikarar, sum vissaðu okkum um, at skúlans royndir høvdu sannført teir um, at hesin stovnur sum ein hornasteinur í teirra skúlaheimi hevði uppiborið framhaldandi bestu undirtøku frá tí almenna. Samanumtikið vóru slík dygd, gleði og bjartskygni yvir hesum merkishaldi, at vit komu aftur stimbrað í okkara sannføring um, at hetta okkara samband við finsk-ungarska skúlaheimin er tað umráðandi hjá okkum at varðveita og fara væl um.


Spennandi menningarætlan

Hjá okkum er øll orsøk til takksemi um tann stuðul og ta undirtøku, sum skúlaroyndin “Litir í Leiki” hevur fingið frá okkara skúlamyndugleikum. Tað er sera umráðandi, at lagdir spírar til framtíðarvøkstur fáa gróðrarlíkindi. Við teimum flokkum, sum hendan menningarætlanin hevur fevnt um, hava vit fingið høvi at gera okkara spennandi royndir og fáa betri og betri tak á arbeiðslagnum. Hesi árini hava ment okkum munandi, soleiðis at vit nú veruliga eru komin inn í tað arbeiðslag og tær skúlahugsjónir, sum hetta menningarátak byggir á. Sum royndarætlan hava gjørdar eygleiðingar og skrásetingar givið íkast til skúlavísindaligar metingar við ávísari tyngd, nú næmingatalið, sum seyrað er gjøgnum skipanina, er farið upp um 100.


Spæla violin á Dímun

Skúli okkara fatar eisini um Dímun, har lærarar okkara røkja undirvísingina. Døgg og Sproti, skúlanæmingar okkara á Dímun, spæla bæði violin í Litir í Leiki menningarætlanini. Hendan frálæran fer fram umvegis netið og riggar sera væl.


Áhugi uttanlands

Føroyski fólkaskúlin hevur stóran tørv á skipaðum og skrásettum royndarvirksemi. Her er sjøtil settur á eina verkætlan, sum kann koma at hava stóran áhuga og týdning innan føroyska skúlaverkið og sanniliga eisini uttanlands. Á ráðstevni í Helsinki herfyri merktu vit alstóran áhuga fyri nýbyrjaðu frálæruroynd og forvitnisliga samstarvinum okkara millum musikkskúla og fólkaskúla, Litir í Leiki. Áhugavert, at Fróðskaparsetrið, námsfrøðiliga deildin, hava víst hesi menningarætlan serligan ans.


Altjóða samstarv

Samstarvið við finska systurskúlan gongur væl. Umboð hiðani vóru í Finlandi fyri kortum á Colourstringshátíðarhaldi og ráðstevnu, har verkætlan okkara fekk rúm fyri umtalu og góðum ynskjum. Vit høvdu sjónfløgu við av undirvísingargongdini í øllum ljóðførum og fingu somuleiðis góð ráð og metingar um, hvussu tey út frá hesum meta støðuna og leiðina fram at verða. Hetta er góð trygd at hava í skjáttuni, nú vit eru væl áleiðis í hesi sera spennandi verkætlan. Vit læra ein hóp av hesum samstarvi, sum eisini fer fram elektroniskt um alnótina, bæði innan- og uttanlands.