Um Litir í leiki

Colourstrings úr finskum leisti -
Kveikt úr Kodály-skipanini úr Ungarn
Samrøða og tónaroynd
Daglig tónleikafrálæra
Luttøkugjald


Frálæran umfatar

Einstaklingaundirvísing 2 x 15 min/v
Ljóðføri: Violin, viola, sello, kontrabass, messing og akkordion
Bólkaspæl 2 x 30 min/v
Orkesturspæl
Framførslur
Solfége-frálæra (tónleikaástøði)

ES. Daglig venjing heima


Námsfrøðiliga íløga

Spennandi verkætlanin Litir í Leiki, sum byrjaði í august 2009 her á landi, hevur higartil gingið væl, og stór íløga er gjørd til tess at førleikamenna starvsfólkið í verkætlanini við m.a. at senda hesi til útbúgvingar og skeiðs í Danmark, Ungarn, Eysturríki, London og Helsinki.

Í hesum førinum er tað næmingaundirvísing í tónleiki og innlæring av vanligu fólkaskúlalærugreinunum, sum tað snýr seg um.


Námsfrøðiligt granskingararbeiði

Ein varðarøð í námsfrøðiligum menningararbeiði við sannlíkari tyngd bæði í nationalum og internationalum høpi.

Fleiri ferðir hava vit ymsa staðni frá merkt alstóran áhuga fyri nýbyrjaðu frálæruroynd og forvitnisliga samstarvinum okkara millum musikkskúla og fólkaskúla, Litum í Leiki.


Tónin mennir

Umframt stóran týdning fyri tónleikafrálæruna í landinum, so er tað kortini fakliga menningin og tað alment menniskjaliga, næmingurin sjálvur, sum námsfrøðiliga er í fokus.

Gleðiligt at merkja gagnliga árinið á trivnaðin hjá børnunum og á læruumhvørvið, tey eru partur av, sum síðuvinning í menningarætlanini.

Mennast motoriskt skjótari og betur enn vanligt
Læra bindindi og lærulíkindi
Læra samvirkni, samspæl, fyrilit fyri øðrum og samstarv.