Ársætlan

Ársætlanin verður latin lærarum skúlans við skúlaársbyrjan.

Stutt lýsing viðvíkjandi námsætlanum, arbeiðsháttum, trivnaði og øðrum, sum dentur verður lagdur á hetta skúlaárið.

Námsætlanir

Allar lærugreinir í skúlanum hava eina námsætlan. Í námsætlanini stendur, hvat endamálið og innihaldið í lærugreininini er. Námsætlanin sigur eisini nakað um, hví vit undirvísa í teirri ávísu lærugreinini, hvussu nógvar tímar, undirvíst verður, hvussu eftirmett verður, og hvussu farið verður til próvtøku.

Námsætlanin er fyrst og fremst ætlað sum grundarlag undir undirvísingini í lærugreinini. Námsætlanin skal harumframt geva rúmar ræsur fyri fjølbroytni í undirvísingini, samstundis sum lærarar og næmingar hava greið mál at arbeiða fram ímóti, so at næmingarnir kunnu menna sínar førleikar so væl sum til ber.

Námsætlanin er sostatt karmur og hent amboð hjá bæði lærara, næmingi og foreldrum at stimbra fakligu, kreativu og sosialu menningina hjá einstaka næminginum.

Lærarin leggur undirvísingina í lærugreinini til rættis við støði í námsætlanini. Við nýggju námsætlanunum hava bæði næmingar og foreldur góðan møguleika at kunna seg um tey mál, sum sett verða í námsætlanunum, og sum eru grundarlag undir undirvísingini. Á henda hátt verður miðað ímóti, at ávirkan næmingsins á egna læring verður stimbrað og ment.

Førleikar og mál

Í námsætlanunum er stórur dentur lagdur á at lýsa týdningin, sum støðisførleikar hava fyri menning og læring. Støðisførleikarnir í námsætlanunum eru: at virða, at samskifta, at kanna og at skapa. Hetta eru grundleggjandi førleikar, sum næmingurin hevur ognað sær í uppalingini, og sum verða mentir í øllum lærugreinum.

Samstundis eru teir støðið undir fakligu førleikunum, ið næmingurin ognar sær í skúlanum.

Høvuðstátturin í námsætlanini er kjarnaøkini og førleikamálini. Meðan kjarnaøkini siga frá teimum fakligu evnum, sum undirvísingin snýr seg um, siga førleikamálini, hvat næmingurin dugir eftir lokna undirvísing.

Arbeiðshættir

Undirvísingarinnihaldið skal vera valt og skipað soleiðis, at næmingarnir fáa líkindi at nema sær fakliga djúphugsan, høpi og heild. Í undirvísingini skulu næmingarnir hava høvi at ogna sær sannkenning og teir arbeiðshættir, ið eyðkenna einstøku lærugreinina. Í sínámillum ávirkan við tí skulu næmingarnir hava høvi at nýta og menna kunnleika og fimi við undirvísing í tvørgreinaligum evnum og spurdómum. Undirvísingin í lærugreinum og evnum, í tvørgangandi evnum og spurdómsvendari undirvísing, skal stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu og persónligu menningini.

Dentur verður lagdur á dygga fakliga vitan, sum næmingurin ognar sær ígjøgnum skiftandi og fjølbroytta undirvísing.

Dentur verður lagdur á skiftandi arbeiðshættir, upplivingar og sansaávirkan. Á námsfrøðiligum ráðleggingardegi hava vit samtykt, at:

- Vit skulu skapa virkishug og upplivingar

- Skipa fyri næmingalagaðari undirvísing

- Skipa fyri evniskunnandi undirvísing

- Skipa fyri undirvísing flokka millum

- Skipa fyri Storyline

- Nýta ávegisskriving

- Skipa fyri verkstaðarundirvísing

- V.m.


Arbeiði tvørtur um flokka- og árgangsmørk

Undirvísingarligt samstarv eigur at verða skipað lærugreina og flokka millum. Hóast skúli er ársbýttur, kann undirvísing fara fram tvørtur um floksbýtið.

Undirvísingin kann eisini verða skipað í bólkum í hvørjum flokki og millum flokkar og floksstig. Henda skipan kann verða sett í verk av praktiskum ella námsfrøðiligum orsøkum. Eftirmetingin av úrtøku næmingsins kann vera partur av grundarlagnum fyri námsfrøðiligu bólkaskipanini.

Næmingarnir skulu á øllum floksstigum verða undirvístir í sínum flokki størsta partin av undirvísingartíðini og kunnu í mesta lagi helvtina av samlaðu undirvísingartíðini verða undirvístir í skipaðum bólkum uttan fyri flokkin.


Førleikastovan

Tey, ið manna førleikastovuna, eru: serlærari, lesivegleiðari og AKT-lærari. Harumframt eru onnur serøki sum SSP-lærari, skúlavegleiðari, skúlabókavørður og KT- vørður knýtt at førleikastovuni í mun til ávísu málini, arbeitt verður við og tørvin hjá einstaka næminginum og/ella flokkinum. Eisini onnur fakøki, ið ikki hava ávísa tímajáttan t.d. Orðblindalærar og SI- lærarar eiga eftir tørvi at verða knýtt at teimum sernámsfrøðiligu átøkum, skúlin setur í verk antin sum fyribyrgjandi serundirvísing ella sernámsfrøðiligur tørvur.

Flokslærari og /ella flokstoymið verður í øllum málum viðvíkjandi undirvísingarligum átøkum hjá næmingum og flokkum tikin við upp á ráð.

Endamálið er, at førleikastovan skal hjálpa læraranum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og allan flokkin, har tørvur og avbjóðingar eru lyklaorð fyri framhaldandi menning. Fólk við serkunnleika skulu manna førleikastovurnar, og hesi skulu stuðla lærarum í inklusión av næmingum. Tær skulu samstarva við lærugreinatoymini. Førleikastovurnar skulu m.a. stuðla lærarum í næmingalagaðari undirvísing, sum tekur støði í læringarstílunum hjá tí einstaka, útvega og framleiða hóskandi tilfar til ymiska undirvísing, gera kanningar og skipa arbeiðið samsvarandi úrslitunum – fyrst og fremst í mun til dagliga námsfrøðiliga arbeiðið, og so at foreldur og avvarðandi skúlamyndugleikar hava møguleika at fylgja gongdini.

Virksemið í førleikastovuni er at:

- Ráðgeva leiðsluni at skipa miðfirraðu tímarnar og tímarnar vegna serligan tørv

- At náa endamálinum fyri undirvísingina, bæði á normal- og serøkinum

- At hjálpa læraranum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og/ella allan flokkin

- At stuðla lærarum í inklusión av næmingum

- At stuðla lærarum í næmingalagaðari undirvísing

- At stuðla læraranum at útvega hóskandi tilfar til ymiska undirvísing

- At næmingar verða kannaðir, og ætlan verður gjørd við atliti at teirra menningartilgongd

- At menna eitt kjakstað um serundirvísingina, so henda og annar sernámsfrøðiligur stuðul verður hóskandi til tørvin í løtuni

- At ráðgeva og vegleiða starvsfólki í skúlanum/á stovninum fyri at geva starvsfólkunum, sum arbeiða við serundirvísing og/ella sosialum trupulleikum, onkran at tosa við um trupulleikarnar

- At tosa um barnið/næmingin fyri at tryggja, at tey bestu og minst skerjandi tiltøkini fyri einstaklingin verða framd

At bera so í bandi, at serundirvísingin verður skipað so smidlig, at úrtøkan av tilfeinginum til serundirvísingina er so góð sum gjørligt.


Námsfrøðilig átaksøki

a) Lesing: Grundleggjandi verður arbeitt við at menna lesingina í øllum lærugreinum.

• Toymið kann gera avtalu soleiðis, at øll í toyminum kenna úrslitið av lesikanningini í flokkinum

• Toymið ger avtalu, hvør hevur ábyrgd av hvørjum.
Lærarin í føroyskum og lærarin í donskum hava sjálva lesiinnlæringina, undirvísingina í lesistrategium og tekstasløgum.

• Lærarin í rokning, náttúru og tøkni og í hinum lærugreinunum læra næmingarnar serligu hugtøkini í lærugreinini, bæði tá talan er um greining, orð og kanningarhættir.

• Hvør einstakur lærari hugsar um, hvussu atkomiligur teksturin er.

• Toymið finnur útav, hvør hevur ábyrgdina, og hvør undirvísir í td. uppseting/layout, yvirskriftum, myndum, faktaboksum, grafum, styttingum, lyklaorðum, margin, fótnotum o.s.fr.

• Toymið avtalar felags átøk, t.d. lesiløtu í 20 min um dagin.

• Toymið finnur útav, hvussu næmingarnir duga at lesa. Hyggið á næstu síðu: At lesa í øllum lærugreinum.

• Toymið finnur útav, hvørji heiti skulu nýtast.

• Toymið avtalar onnur átøk. Hyggið at hugskotunum á næstu síðunum.

Annars verður víst til tilfarið, sum lesivegleiðarin hevur útflýggjað, umframt skeiðið í fakligari lesing.


b) Eftirmeting:

• Um vit skulu fyrihalda okkum professionelt í toymissamstarvinum og mótvegis foreldrum, mugu vit vita, hvat vit gera, og hví vit gera tað.

• Tað hevur týdning, at málini eru greið. Bæði í mun til, hvussu næmingurin er fyri at læra og eisini foreldrini. Tað gevur størri medábyrgd fyri læringini.

• Tað loysir seg at taka næmingarnar við upp á ráð at seta mál, leggja ætlanir og eftirmeta.

• Sama er galdandi fyri eftirmeting og dokumentatión.

• Mál og eftirmeting gera menning sjónliga

• Dentur verður lagdur á at gera skipanir, sum skulu gera tað lættari at fremja vitanarbýti í øllum liðum. Hetta kann m.a. gerast við, at lærarar vitja hvønn annan í tímum, ella at leiðslan vitjar undirvísingina.

• Vit skulu ikki leggja trýst á hvønn annan. Tað tekur tíð at skapa eina eftirmetingarmentan, og tað er týdningarmikið, at øll hava ognarlut í henni. Mælt verður tí til

• At alt virksemi í skúlanum verður eftirmett – ikki bert tað fakliga og tað sosiala í flokkunum

• At vit gera eina skipan, har lærarar/toymi fáa høvi at kunna onnur um teirra royndir við eftirmeting (vitanarbýti).

• Ráðstevna við heitinum 'Eftirmeting í SáF' verður stovnað.

• At vit gera eina eftirmetingarskipan fyri allan skúlan (eftirmetingarkatalog) fyri alt virksemi skúlans. Vit byrja við lærugreinunum og arbeiða so við øðrum virksemi í tíðarskeiðnum, menningarátakið er galdandi.

• Tá ársætlanir fyri lærugreinir og tá lýsingar av undirvísingargongdum skulu skrivast, skal eftirmetingarparturin útfyllast. (skal tó ikki fylgja við, um hesi skulu sendast til próvdómara í sambandi við próvtøkur)


Trivnaðar- og undirvísingar tiltøk

Útferðir, jóla- og føstulávintshald og hugnaløtur: Víst verður til Skúlaálmanakkan.

Trivnaðartiltøk
Skúlin leggur stóran dent á, at næmingarnir trívast. Í hesum sambandi hevur skúlin orðaðar mannagongdir í sambandi við happing.

Harumframt verður skipað fyri næmingasamrøðum minst eina ferð um árið. Við jøvnum millumbilum skipar flokslærarin fyri at næmingar sita í rundingi, har allir næmingar fáa høvi at koma til orðanna. AKT-lærarin hevur til uppgávu at hjálpa og stuðla næmingum, ið hava tað trupult vegna atferðar-, kontakt- ella trivnaðartrupulleikar.

Hann kann eisini arbeiða við heilum flokkum í senn. At stuðla sær hevur hann eina AKT-nevnd. Skúlin hevur eisini eitt SSP-umboð (tvørfaklig samstarvsskipan millum skúla, sosialar mynduleikar og politi) og SSP-nevnd, sum skulu arbeiða fyri at fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

Harumframt eru næmingarnir í 7. – 9. flokki til samrøðu hjá skúlavegleiðaranum eina ferð um árið og skúlaheilsurøktarfrøðingurin tosar við næmingarnar um trivnað, kenslur, virðing, tanáringatíðina og annars alt, sum hevur við heilsuna at gera. Hon er tann, sum næmingarnir oftast venda sær til við persónligum trupulleikum, tá teir ikki venda sær til flokslærarans.


Verkætlanaruppgáva, evnisdagar, stovnsvitjanir og námsferðir

Verkætlanaruppgávan: Til hvønn flokk í 9. árgangi velur leiðslan eitt verkætlanartoymi, sum stuðlar og eggjar næmingarnar í verkætlanararbeiðnum. Yvirskipað evni verður valt, sum øll evni, verkætlanarbólkarnir velja sær, kunnu koyrast undir. Arbeiðið byrjar tíðliga í skúlaárinum og endar ikki fyrr enn verkætlanarframløgurnar hava verið. Verkætlanartoymið saman við umboði fyri leiðsluna eftirmetir eftirfylgjandi ársins verkætlanararbeiði. Sjálva verkætlanarvikuna roynir leiðslan so væl sum til ber at lata verkætlanartoymið verða næmingunum tøkt.

8. flokkur arbeiðir við eini minni verkætlanaruppgávu teir dagar, 1. – 7. flokkur hevur evnisdagar. Her sleppa teir at arbeiða verkætlanarkent við spurdómum og tvørgreinaligt, so teir kenna munin millum evnisarbeiði og verkætlan. Endamálið er, at næmingarnir eru so væl fyrireikaðir sum gjørligt at arbeiða við verkætlan frá byrjan í 9. flokki.

Evnisdagar: Á hvørjum ári – helst í tí fyrru vikuni, 9. flokkur er í starvsvenjing, verður skipað fyri evnisdøgum fyri 1. – 7. flokkunum. Evnið verður valt á námsfrøðiligum fundi. Harumframt verður av og á steðgað við tí vanligu undirvísingini og arbeitt við evnum bæði í innskúlingini, miðdeildini og hádeildini. Í próvtøkutíðini verður tann vanliga tímatalvan niðurløgd í 1. – 7. flokki. Í staðin verður skipað fyri evnisdøgum, har flokkarnir/toymini skipa fyri evnisarbeiði, lærugreinadøgum, seturskúla, útferðum, stovnsvitjanum, lesi- og rokniskeiðum o.a., sum ikki so væl letur seg gera, tá skúladagurin er býttur upp í tímatalvu. Dagfestingarnar fyri verkætlanararbeiðnum og evnisdøgum sæst í Skúlaálmanakkanum.

Víst verður til reglugerð fyri námsferðir.


Tíðarætlan

Tíðarætlan fyri tiltøk og frítíðarætlan skúlans. Víst verður til Skúlaálmanakkan