Virðisgrundarlag
Virðisgrundarlag Skúlans á Fløtum byggir á víðskygni og fjølbroytni við denti á fakliga styrki og kreativu-/musisku lærugreinirnar.
Endamál skúlans er á kristnum grundarlagi við virðing fyri ymiskleikanum at uppala næmingarnar til sosialt medvitandi, sjálvstøðugt hugsandi, tolsom og virkisfús menniskju, har øll verða sædd, hoyrd og viðurkend.
Øll luttaka virkið og samvitskufult í einum jaligum skúlaumhvørvi við best møguligu lærutilgongd fyri eyga hjá hvørjum einstøkum næmingi.
Næmingartalið
1. sep. 2016 í Skúlanum á Fløtum, sum enn heldur til ymsastaðni í høvuðsstaðnum, er 775. Harav eru 2 næmingar í Eindini á Dímun og 31 næmingar í Sertilboðnum 4-10 í Eindini á Landavegnum.
Staðsetingar
| Eindin á Argjavegi | 7. flokkur og 8Ð |
| Eindin á Frælsinum | 1. flokkur, 5. flokkur og 6. flokkur |
| Eindin á Landavegnum | Sertilboðið 4-10 |
| Eindin í Margarinfabrikkini | Lopfjølin |
| Eindin í Fríðrik Petersens gøtu | 4. flokkur |
| Eindin í Kongagøtu | 2. flokkur og 3. flokkur |
| Eindin í Gundadali | 9Ð, 9F og 8F |
| Eindin á Dímun | 5. flokkur og 7. flokkur |










