Happingarleiðreglur


Happingarleiðreglur


Skúlin á Fløtum


(Niðanfyri eru skjøl viðheft)


Í Skúlanum á Fløtum gera vit okkara allar besta at fáa skúlan til ein mennandi, heilsugóðan og tryggan skúla fyri øll. Skúlin á Fløtum arbeiðir virkið við at forða og steðga happing. Fyri at røkka hesum máli, hevur skúlin eina nevnd at arbeiða við málsetninginum. Lærararnir eru allir við í arbeiðinum, sjálvt um høvuðsábyrdin liggur á flokslæraranum.

Á hvørjum ári leggur skúlin ein dagførdan happingarfaldara á heimasíðuna. Í faldaranum verður m.a. upplýst um ymisk tekin, ið ein happaður næmingur møguliga hevur. Eisini verður upplýst, hvat skúlin ger í givnum førum og fyribyrgjandi at forða og steðga happing.


Niðanfyri verður lýst í trimum pørtum, hvat skúlaleiðslan, starvsfólkini og næmingarnir skulu gera, fyri at málið kann røkkast, ið er at fáa ein skúla, har øll kunnu trívast, vera seg sjálvi og lærulíkindini eru tey bestu fyri hvønn einstakan. Har vit fáa ein skúla uttan ótta. Har næmingarnir læra við góðum treysti, góðum samljóði sínámillum og í heild.


Leiðslan:

  • skal seta heilt greiðar karmar upp, tað skapar tryggleika fyri lærarar og næmingar

  • skal halda karmarnar

  • skal geva happingarnevndini arbeiðsumstøður

  • skal geva lærarunum arbeiðsumstøður

  • skal senda lærarar á skeið í happing


Starvsfólkini:

  • skulu kunna seg um happing

  • skulu hava næmingasamrøður

  • skulu hava floksfundir regluliga og eftir tørvi, alt árið

  • skulu samstarva við AKT-fólkini, førleikastovuna, skúlaheilsurøktarfrøðingarnar, skúlavegleiðararnar og onnur

  • skulu samstarva við foreldrini

  • skulu taka happing í størsta álvara


Næmingarnir:

  • skulu kenna seg tryggar til at kunna siga tað, teir hava á hjarta í næmingasamrøðunum

  • skulu virða reglarnar, ið floksfundirnir áseta

  • skulu tora at siga frá

  • skulu tora at steðga happing

  • skulu lata vera við at happa



Foreldrini:

  • bera so í bandi, at barn teirra er væl fyri til skúladagin, v.v. svøvni, mati, heimaarbeiði og umsorgan

  • í størsta mun samstarva við lærararnar

  • møta til tiltøk, ið eru stílað til teirra


Vit hava eisini eitt øki, ið vit eru noydd at seta høgt og tað er skúlagarðurin. Ein kanning frá fyrst í 1980´unum, ið var gjørd av Dan Ulweus í Bergen vísir, at tað hevur stóran týdning, at skúlagarðurin er í lagi. Næmingarnir, ið hava ymiskar leikur og møguleikar til spæl í garðinum, happa minni. Tey eru upptikin av øðrum enn happing. Hvussu skal garðurin vera?


Skúlagarðurin:

  • eigur at geva næmingunum møguleika at spæla

  • hava leikur

  • vera skipaður í ymisk øki, t.d. boltspøl fyri seg

  • vera so spennandi, at næmingunum dáma at fara út í fríkorterinum

  • garðvaktirnar skulu vera sjónligar


Tað er neyðugt, at øll, ið arbeiða innan skúlans gátt, hava fráboðanarskyldu. Um tey síggja tilburð, ið tey halda vera happing, boða tey flokslæraranum og/ella omanfyri nevndu frá.


Fráboðanarskyldan:

  • verður boðað frá av tí persóni, ið sær óunniliga hending

  • flokslærarin skal í samráð við nevndu, eftir fráboðanina, gera nakað ítøkiligt við málið

  • um tilburðurin snýr seg um happing, verður farið fram eftir felags ásetingum frá happingarnevnd, AKT-fólkunum, førleikastovuni og skúlaheilsufrøðinginum.


Happing í undirvísingarhøpi er eitt øki, ið verður raðfest ógvuliga frammalaga. Tað er alneyðugt at forða og steðga happing skjótast gjørligt, tí hon oyðileggur ikki einans góðar kreftir/gávur, góðan trivnað/læruhug her og nú, men kann verða til ovurhonds stóran ampa hjá tí einstaka alt lívið, verður ikki hond tikin um avbjóðingina beinanvegin.


Upplýsandi tilfar um happing

Tað finnast nógvar góðar, áhugaverdar bøkur og filmar, ið viðgera evnið. Á Skúlabókasavninum er stórt úrval av viðkomandi filmum, bókum, greinum, leikum o.ø. um evnið.


Happingarnevndin, AKT-fólkini, førleikastovan, skúlaheilsufrøðingurin o.o. eru altíð fús at stuðla, hjálpa og at geva góð ráð, um lærari, næmingur ella foreldur hava tørv á tí.


Niðanfyri eru skjøl viðheft.


Ásetingar frá Mentamálaráðnum.pdf  

Faldari skúlans - happing.pdf  

Happing. Næmingatankar í stavum og strikum.pdf  

Happing. Skriv til starvsfólk.pdf  

Hvat er happing.pdf  

Tilbúgvingarætlan.pdf  

Trivnaðarætlan.pdf  

Upplýsandi um happing.pdf  

MMR-Happing-faldari a4.pdf  

Happi lestur til NÁM_01.mp3  

SPURNARKANNING- happing í Skúlanum á Fløtum.pdf