Umhvarv

Virðisgrundarlag Skúlans á Fløtum byggir á víðskygni og fjølbroytni. Við denti á fakliga styrki og kreativu-/musisku lærugreinarnar.

Endamál skúlans er á kristnum grundarlagi við virðing fyri ymiskleikanum at uppala næmingarnar til sosialt medvitandi, sjálvstøðugt hugsandi, tolsom og virkisfús menniskju, har øll verða sædd, hoyrd og viðurkend.

Øll luttaka virkið og samvitskufult í einum jaligum skúlaumhvørvi við best møguligu lærutilgongd fyri eyga hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Pláss fyri fjølbroytni og ymiskleika

Skúlin á Fløtum er ein fólkaskúli, har pláss er fyri fjølbroytni og ymiskleika í víðastu merking. Ein skúli, sum rúmar undirvísingarligum royndum. Ein skúli, sum er merktur av framdrift. Ein skúli, sum eggjar til nýhugsan. Ein skúli, sum torir.

Endamál

Endamálið er at fremja og menna næmingsins persónsmensku á heimligum støði við atliti at føroyskari mentan og siðaarvi, at gera næmingin føran fyri at liva og virka, búnast og mennast í føroyska samfelagnum til gagns fyri seg og landið í samskifti, tolsemi og samhaldi við medmenniskju síni á fólkaræðisligari grund.

Samstarv og álit

Virka fyri góðum samstarvi og áliti heim og skúla ímillum og somuleiðis millum allar partar í skipanini, báðar vegir.

Virka fyri, at skúlin er fyri næmingunum eitt lið í eini longri útbúgvingargongd, sum støði fyri einum drúgvum útbúgvingarlívi, ið framtíðarinnar nýggja lærumentanin krevur.

Grundsúlur

Merkja næmingarnir, at teirra støða, arbeiði og virksemi her verða tikin í álvara, taka tey eisini skúlan í álvara - og skúlin verður tá at liva upp til lógarinnar krav, um at uppala til innlivan í fólkaræðisliga samfelagið.

Soleiðis ein skúli, ið sambært skúlalógini byggir á kristnu grundvirðini, har fakligu førleikarnir eru í hásæti.

Ein skúli, har fyritreytir fyri hesum eru góður trivnaður millum og sínámillum starvsfólk, næmingar og annars øll lið í skipanini. Ein skúli, har høgt er til loft og vítt til veggja.

Rætt og slætt - ein rúmligur fólkaskúli, ið hýsir ymiskleikanum. Ein skúli, ið veitir trygd fyri dygd.

Undiryvirskrift

Sum partur í máli er m.a átak okkara at fáa tey fýra næmingaráðini at virka og soleiðis fáa næmingarnar at skilja og nýta demokratisku meginreglurnar í verki.

Tað er týdningarmikið, at vit møta øllum næmingum á teirra stigi, og haðani frá geva teimum tær avbjóðingar teimum tørvar og hava.

Undiryvirskrift

Møta næmingum, har teir eru, við jaligum hugburði, livandi áhuga fyri hvørjum einstøkum næmingi og teirra serstøku persónligheit, at menna teirra sjálvsvirði og hug til útbúgving í víðastu merking

Styrkja teirra serligu førleikar, samhaldsfasta hugburð fyri læru til frama fyri heildina og sjálvan seg sum virknan part í felagsskapinum.

Rúmligur fólkaskúli

Skúlin á Fløtum er ein rúmligur fólkaskúli. Ein skúli, sum rúmar undirvísingarligum royndum og torir at fara undir tær. Ein skúli, sum er merktur av menning og broddi. Ein skúli, sum eggjar til nýhugsan, bæði á fakliga og námsfrøðiliga økinum.

Ein skúli, har fakligheitin telur, har tað er høgt til loft og vítt til vegjga. Rætt og slætt ein skúli, sum bæði torir og tolir tíðarrákið. Ein skúli, har pláss er fyri fjølbroytni og ymiskleikanum í víðastu merking.

Ein skúli, har pláss er fyri fjølbroytni og ymiskleikanum í víðastu merking. Ein skúli, sum rúmar undirvísingarligum royndum. Ein skúli, sum er merktur av framdrift. Ein skúli, sum eggjar til nýhugsan.

Ein skúli, har lærarar halda vandin eygu og oyru opin fyri tí, ið hendir á fakliga økinum uttanum okkurt, nýta tað, sum nýtiligt og gott er, og lata rest fara. EIn skúli, har tað er rúm fyri ymiskum áskoðanum og starvshættum á øllum økjum, har hetta styrkir arbeiðið ímóti hægra málinum í skúlanum, næminginum at frama.

Skúlin virkar fyri, at lærararnir hava møguleikar fyri at fylgja við og dagføra seg fakliga og námsfrøðiliga.

Undiryvirskrift

Virkar fyri góðum samstarvi millum allar partar í skipanini, báðar vegir. Skúlin byggir sjálvsagt víðari á tað besta í tí verandi. Har tað verður framhaldandi hetta, tann góða frálæran, sum kemur at vera tað berandi - og tað, sum kemur at eyðkenna skúlan í framtíðini.

Og tað er einki nýtt í, at skúlans virki eigur at vera merkt av, at vit hvønn dag royna at gera tingini enn betri enn fammanundan, og at tíðarrákið gjøgnum allar tíðir og í famtíðini eisini fer at flyta hendan skúlan.