Happingarleiðreglur
Happingarleiðreglur
Skúlin á Fløtum
(Niðanfyri eru skjøl viðheft)
Í Skúlanum á Fløtum gera vit okkara allar besta at fáa skúlan til ein mennandi, heilsugóðan og tryggan skúla fyri øll. Skúlin á Fløtum arbeiðir virkið við at forða og steðga happing. Fyri at røkka hesum máli, hevur skúlin eina nevnd at arbeiða við málsetninginum. Lærararnir eru allir við í arbeiðinum, sjálvt um høvuðsábyrdin liggur á flokslæraranum.
Á hvørjum ári leggur skúlin ein dagførdan happingarfaldara á heimasíðuna. Í faldaranum verður m.a. upplýst um ymisk tekin, ið ein happaður næmingur møguliga hevur. Eisini verður upplýst, hvat skúlin ger í givnum førum og fyribyrgjandi at forða og steðga happing.
Niðanfyri verður lýst í trimum pørtum, hvat skúlaleiðslan, starvsfólkini og næmingarnir skulu gera, fyri at málið kann røkkast, ið er at fáa ein skúla, har øll kunnu trívast, vera seg sjálvi og lærulíkindini eru tey bestu fyri hvønn einstakan. Har vit fáa ein skúla uttan ótta. Har næmingarnir læra við góðum treysti, góðum samljóði sínámillum og í heild.
Leiðslan:
skal seta heilt greiðar karmar upp, tað skapar tryggleika fyri lærarar og næmingar
skal halda karmarnar
skal geva happingarnevndini arbeiðsumstøður
skal geva lærarunum arbeiðsumstøður
skal senda lærarar á skeið í happing
Starvsfólkini:
skulu kunna seg um happing
skulu hava næmingasamrøður
skulu hava floksfundir regluliga og eftir tørvi, alt árið
skulu samstarva við AKT-fólkini, førleikastovuna, skúlaheilsurøktarfrøðingarnar, skúlavegleiðararnar og onnur
skulu samstarva við foreldrini
skulu taka happing í størsta álvara
Næmingarnir:
skulu kenna seg tryggar til at kunna siga tað, teir hava á hjarta í næmingasamrøðunum
skulu virða reglarnar, ið floksfundirnir áseta
skulu tora at siga frá
skulu tora at steðga happing
skulu lata vera við at happa
Foreldrini:
bera so í bandi, at barn teirra er væl fyri til skúladagin, v.v. svøvni, mati, heimaarbeiði og umsorgan
í størsta mun samstarva við lærararnar
møta til tiltøk, ið eru stílað til teirra
Vit hava eisini eitt øki, ið vit eru noydd at seta høgt og tað er skúlagarðurin. Ein kanning frá fyrst í 1980´unum, ið var gjørd av Dan Ulweus í Bergen vísir, at tað hevur stóran týdning, at skúlagarðurin er í lagi. Næmingarnir, ið hava ymiskar leikur og møguleikar til spæl í garðinum, happa minni. Tey eru upptikin av øðrum enn happing. Hvussu skal garðurin vera?
Skúlagarðurin:
eigur at geva næmingunum møguleika at spæla
hava leikur
vera skipaður í ymisk øki, t.d. boltspøl fyri seg
vera so spennandi, at næmingunum dáma at fara út í fríkorterinum
garðvaktirnar skulu vera sjónligar
Tað er neyðugt, at øll, ið arbeiða innan skúlans gátt, hava fráboðanarskyldu. Um tey síggja tilburð, ið tey halda vera happing, boða tey flokslæraranum og/ella omanfyri nevndu frá.
Fráboðanarskyldan:
verður boðað frá av tí persóni, ið sær óunniliga hending
flokslærarin skal í samráð við nevndu, eftir fráboðanina, gera nakað ítøkiligt við málið
um tilburðurin snýr seg um happing, verður farið fram eftir felags ásetingum frá happingarnevnd, AKT-fólkunum, førleikastovuni og skúlaheilsufrøðinginum.
Happing í undirvísingarhøpi er eitt øki, ið verður raðfest ógvuliga frammalaga. Tað er alneyðugt at forða og steðga happing skjótast gjørligt, tí hon oyðileggur ikki einans góðar kreftir/gávur, góðan trivnað/læruhug her og nú, men kann verða til ovurhonds stóran ampa hjá tí einstaka alt lívið, verður ikki hond tikin um avbjóðingina beinanvegin.
Upplýsandi tilfar um happing
Tað finnast nógvar góðar, áhugaverdar bøkur og filmar, ið viðgera evnið. Á Skúlabókasavninum er stórt úrval av viðkomandi filmum, bókum, greinum, leikum o.ø. um evnið.
Happingarnevndin, AKT-fólkini, førleikastovan, skúlaheilsufrøðingurin o.o. eru altíð fús at stuðla, hjálpa og at geva góð ráð, um lærari, næmingur ella foreldur hava tørv á tí.
Niðanfyri eru skjøl viðheft.
Ásetingar frá Mentamálaráðnum.pdf
Happing. Næmingatankar í stavum og strikum.pdf
Happing. Skriv til starvsfólk.pdf
SPURNARKANNING- happing í Skúlanum á Fløtum.pdf