Almenn rás, Ð

Ð er føroyskur stavur, ið kann arga summi, men prýðir hjá tí við málsligum innliti og kanska flogviti. Handan Ð krógva seg nógv ljóð, ið renna sama í eina hægri eind, tá stavurin stendur rætt og er settur við umhugsni. Hann leggur navn til okkara almennu rás, tí grundarlagið undir almennu rásini er tað sama. Ein skipan, ið byggir á okkara føroysku skúlaskipan, men samstundis kann bjóða ymiskleika, um rætt verður sett saman. Í ð fært tú meira fyri tað sama.

Á almennu rásini hava vit eitt breitt tilboð av vallærugreinum umframt alis-/evnafrøði, sum vit mæla øllum til at velja. Á almennu rásini kunnu næmingar velja upp til 4 tímar afturat alis-/evnafrøði. Næmingarnir kunnu antin velja týskt ella upp til tvær lærugreinar sum hondarbeiði, smíð, myndlist, heimkunnleika, tónleik, motorlæru umframt skrivigleði og íverksetan. 

Floksstøddin á almennu rásini fylgir vanligum ásetingum, og allir næmingar hava ein flokslærara, sum samstundis er kontaktpersónur hjá foreldrunum. Frávikið frá flokkinum sum grundeind er, at næmingarnir í føroyskum, enskum og støddfrøði verða skipaðir í førleikabýttar bólkar. Grundstig, miðstig og hástig. Hetta førleikabýtið byggir á tríggjar súlur. Hvussu næmingurin saman við foreldrunum metir sín førleika, fakligar royndir, ið skúlin javnan skipar og lærarans professionella meting av evnum og arbeiðslagi hjá næminginum. Til ber í ávísan mun at skifta millum bólkar í skúlaárinum og millum skúlaárini, um hetta er tað rætta at gera. Øll stigini byggja á námsætlanina og próvtøkan er skipað eftir sama leisti. Men grundstigið er skipað við tvílæraraskipan; og hástigið fer munandi út um minsta krav um pensum og tilfar.

Í øllum øðrum lærugreinum eru næmingarnir í sínum flokki ella grundbólki, sum vit nevna tað. Flokslærarin hjá næminginum er knýttur at hesum bólkinum.

Endamálið

Endamálið við almennu rásini er, at tú sum einstaklingur verður ein partur av einum størri lærufelagsskapi, har tú verður møttur á tínum fakliga stigi og kanst fáa avbjóðingar og val, sum í størri mun kunnu verða tillagað til tín og felagsskapin tú ert partur av í skúlanum.

Vit trúgva upp á, at tann stóri hópurin, ið er býttur upp í smærri bólkar eftir tørvi, leggur upp til ein gerandisdag í skúlanum, har tú kennir teg heima og væl.

Ferðir

Almenn rás fer 2 ferðir í skúlatíðini. Í heysthálvuni í 8.fl fara allir flokkarnir samansjóðingarferð. í várhálvuni í 9.fl fara flokkarnir hvør sær eina ferð í Føroyum. Ferðin er partur av undirvísingini.

Treytir

Fyri at verða upptikin í almennu rás skal tú hava lokið 7.fl og hava gingið á Skúlaum á Fløtum ella Sankta Frants skúla. Í tann mun sum avlopspláss eru,  kunnu næmingar, ið hava gingið á øðrum skúlum eisini koma á almennu rás í Skúlanum á Fløtum. Tað er tó ein treyt, at næmingurin hevur bústað í Tórshavnar kommunu.

Upptøka

Upptøka er um mánaðarskiftið oktober/november. Tilmelding á netinum letur upp seinast í oktober. Skúlin skipar fyri kunnandi foreldrafundi eftir, at tilmeldingin er latin upp. Pláss er fyri 3 flokkum við upp til 24 næmingum á almennu rás.