Tónleikur dagliga í 1. flokki

Um nóg nógv tekna seg, bjóðar Skúlin á Fløtum - eindin í Kongagøtu - í samstarvi við Musikkskúlan, tónleikatilboðið Litir í Leiki í komandi 1. flokki.

Í hesari menningarætlanini 2017/18 verða ljóðførini, sum skúlin bjóðar, ætlandi hesi: Violin, viola, sello, kontrabass, messing og akkordion (harmonika).

Luttøkugjaldið fyri tónleikapartin er kr. 5.000,00 fyri alt skúlaárið.

Leiga av ljóðføri er kr. 400,00 fyri árið.

Einstaklingaundirvísing: 2 ferðir 15 min. um vikuna.

Bólkaundirvísing: 1 ferð 30 min. um vikuna.

Hoyrilæra: 45 min. um vikuna.

Innskriving í 1. flokk og frítíðarskúla:  http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1586

á heimasíðuni:    torshavn.fo

Nærri upplýsingar fáast annars við at venda sær til skúlans á tel. 30 23 45 ella senda ein teldupost til okkara á saf@skulin.fo


Undir filminum liggur nærlýsing av LíL


Skúlin á Fløtum

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=iAViGInywAc]


Um LíL.pdf