Teldlareglur

Reglur fyri nýtslu av teldlum

Í skúlanum

  • Tað er altíð lærarin, sum ger av, nær og hvussu teldilin skal verða nýttur.

  • Teldilin skal liggja í taskuni, til lærarin gevur loyvi til at taka hann fram.

  • Teldilin skal bara nýtast í skúlastovuni (uttan so at lærarin gevur serligt loyvi).

  • Klistrimerki við navni á næminginum skal setast á húsan, so lætt sæst, hvør eigur.

  • Um lærarin metir, at næmingurin ikki ger eftir boðum, kann lærarin taka teldilin og møguliga lata leiðsluni hann.

  • Tað er ikki loyvt at filma ella at taka ljóð upp í skúlatíðini - uttan so at lærarin hevur givið loyvi.

  • At eta og nýta teldil hoyrir ikki saman.

  • Myndir og filmar, sum eru upptikin í skúlanum - við lærarans loyvi - mugu ikki almannakunngerast uttan skúlans samtykki.

Uttan fyri skúlan

  • Foreldrini hava ábyrgdina av, hvussu teldilin verður nýttur uttan fyri skúlatíðina.

  • Foreldur skulu saman við børnunum tryggja, at teldilin verður væl viðfarin, og at hann er í sama standi, tá ið hann verður latin aftur, sum tá ið hann varð fingin.

  • Tað er ábyrgd hjá foreldrum, at teldilin verður settur upp sambært vegleiðingini á heimasíðuni.

  • Tað er ikki loyvt at gera teknisk inntriv í teldilin.

  • Tað er loyvt at hava egnar appir, tónleik og annað innihald á teldlinum. Kravið er, at tilfarið skal vera lógligt.

  • Tilfar til skúlabrúks skal altíð raðfestast fyrst. Tað merkir, at um goymslan í teldlinum er uppi, so hevur skúlatilfarið altíð fyrstu raðfesting. Er hetta trupulleiki, er tað ábyrgd hjá foreldrum at rudda út í teldlinum.

  • Fyri at verja teldilin mest møguligt, skal hann ikki verða tikin úr húsanum.

  • Teldilin skal dagførast, so hvørt nýggj forrit og annað koma. Foreldur og næmingur hava ábyrgd av, at hetta verður gjørt.

  • Er okkurt galið við teldlinum, skal hetta sum skjótast verða fráboðað skúlanum.

  • Hvør næmingur skal hava ein G-mail.

Nakrir góðir teldla-vanar

  • Tað er ikki loyvt at renna við teldlinum.

  • Tá ið teldilin er í skúlataskuni, má hann ikki liggja saman við vatndunki.

  • Teldilin skal liggja eitt trygt stað, tá ið hann ikki er í brúki.

  • Tá ið teldilin skal flytast millum heim og skúla, skal tað verða á tryggan hátt.

  • Teldilin skal vera fult løddur, tá ið næmingurin møtir upp í skúlanum.