Hjálp til teldilin

Hetta skal gerast, um talan er um ein nýggjan teldil.

Pakka teldilin út. Tryggja tær, at leidningur og løðari eru í pakkanum.
Set teg við eina teldu, tendraiTunes.
Tvíklikk áiTunes store, sum er ovarlaga í høgru síðu. Tvíklikk síðan álog ind, sum er í vinstru síðu av somu skíggjamynd.
Vel nú "opret Apple id"og vel Danmark, svara síðan spurningum og halt áfram.

NB! Tú skalt í hesi inntøppan uppgeva visa-kort upplýsingar fyri at keypa appir. Eftir at teldilin er klárgjørdur, skal loyniorðið til Apple id´ið upplýsast, tí skulu tit vera ansin at geva børnunum hetta loyniorð.

Knýt teldilin í telduna við USB leidninginum, sum var í pakkanum.
Ger teldilin virknan á fyrsta sinni.

Um tú hevur gjørt omanfyristandandi, so skalt túikkigera stig 3 í niðanfyristandandi!!

1-2-3-4-5 stig, ið gera teldil tín kláran til skúlabrúks.

/
By/december 28, 2011/Kom godt igang

Fylg hesum fimm stigum og teldil tín gerst skúlaklárur. Um tú hevur ikki tráðleyst samband heima, kann hetta gerast í skúlanum.

Net skúlans eitur:SkulaNet

Loyniorðið er:87654321

1. stig

Knýt teldilin í tráðleysa netið heima.

  • Opna “Indstillinger”

  • Kanna um punktið “Wifi” er gjørt virkið.

  • Vel heimanetið, hetta gerst við at klikkja á navnið. Skriva loyniorðið, tá tú verður spurd/ur, nú er tú knýtt/ur í tráðleysa netið.

Teldilin minnist netið, tær tørvar tí ikki at gera hetta fleiri ferðir.

2. stig

Uppseting av teldubrævaskipan.

http://youtu.be/wY6bWr5kbFw

Hygg møguliga eftir hesum sjónbandi.

Allir næmingar og lærarar eiga at hava eina Gmail-kontu. Hon skal setast í teldilin.

  • Opna “Indstillinger”
  • Vel “E-post, kontakter, kalendere”
  • Vel “Tilføj konto”

  • Vel “Gmail”

  • Fyll teigarnar sum víst niðanfyri.

Í teignum “Adresse” skalt tú nýta FirstClass-login brúkaranavn og síðani “@gmail.com” t.d.: mo2104v7@gmail.com.

Í teignum “Adgangskode” skalt tú nýta FirstClass-login loyniorðið. Gmail krevur 8 tekn, tí skal tú skriva loyniorðið 2 ferðir, fyri at fáa 8 tekn.

Hesi bæði verða útflýggjað av flokslæraranum ella kann ringjast til skúlan á 302580.

FirstClass servarin er:212.55.53.212

Set føðiár til 1998 og eldri

  • Trýst “Næste”

  • Næsta skíggjamynd skal síggja soleiðis út – vel “Arkiver”.

Nú hevur tú stovnað emailkontu tína.

3. stig

Stovna Apple ID

Hygg møguliga eftir hesum sjónbandihttp://youtu.be/Yxmb16tuXoU

Apple ID kann bæði nýtast til at keypa Apps við (valfrítt) og til at stovna eina røð av tænastum, nevndar iCloud. Síðstnevnda kann m.a. nýtast til at spora teldilin í møguligum stuldri og til backup av skjølum osfr. Tað er tí týdningarmikið, at øll hava eitt Apple ID til teldilin.

Tað er ókeypis at stovna eitt Apple ID.Men vitheita á teg, at tú knýtirikkikontunummar títt til barnsins Apple ID. Hetta punktið skal útfyllast av foreldrunum. Børn undir 13 kunnu ikki stovna eitt Apple ID.

  • Opna “App Store”
  • Vel onkran ókeypis App og trýst á “Free” og síðani á “Install App”.

Hereftir verður tú biðin um at stovna Apple ID.

  • Vel “Denmark” og trýst “Next”
(Um tú sært ikki myndina niðanfyri, er teldil tín longu loggaður á eitt Apple ID – tað er skúlans, og tað kanst/mást tú ikki nýta. Logga út úr Apple ID skúlans við at rulla niður í botnin á forsíðuni á App Store – trýst á Apple ID’ið niðast til vinstru og vel “log ud”. Byrja síðani av nýggjum á 3. stigi.)

  • Les og góðtak treytirnar fyri nýtslu av App Store.
  • Útfyll talvuna sum víst niðanfyri. Nýt møguliga emailadressuna frá 2. stigi og vel ein spurning/svar sum hóskar tær.
  • Trýst á “Next”.

  • Tú verður nú biðin um at útfylla gjaldingarhátt oa. Vel “None” og útfyll hinar teigarnar.

  • Ein teldupostur verður sendur til ta kontu, tú hevur uppgivið omanfyri – opna teldupostin, játta Apple ID tín, og tú ert liðug/-ur við 3. stig.

4. stig

Virkja iCloud.

iCloud er ein savning av tænastum, sum m.a. ger trygdarljóstøk av skjølum tínum, ger tað møguligt at spora teldilin, um hann verður stolin oa.

  • Opna “Indstillinger” og vel “iCloud”.
  • Útfyll “Apple ID” og “Adgangskode” við tínum egna Apple ID og trýst á “Log ind”.

  • Les treytirnar og góðtak.

  • Tú verður spurd/-ur, um tú vilt loyva iCloud at nýta innlatnu upplýsingar tínar sambært egnu boðum tínum – vel “Ok”.

  • Vel “Lagring & Sikkerhedsk.”.

Virkja “iCloud-sikkerhedskopi” og vel “Ok”.

  • Tú hevur nú gjørt iCloud virkið.

5. stig

Set einfalda læsikotu á teldilin.

Læsikotan syrgir fyri, at innihaldið í teldlinum bert kann nýtast av tí, ið kennir loyniorðið.

  • Opna “indstillinger” og vel “Generelt”.
  • Vel “Lås med kode”.

  • Vel “Slå kode til”.

  • Skriva eina kotu við fýra talteknum og endurtak hesa.

  • Nú er kota ella loynital sett á teldilin. Goym kotuna heima, um tú seinni skuldi gloymt hana.

Teldilin er nú tøkur til nýtslu.