Ítróttarrás

Á ítróttarrás í hádeild flætta vit kropsliga rørslu -venjing á høgum stigi- saman við skúlagongd.

Ítróttarrásin fevnir um allar tímarnar og fakini á eini vanligari tímatalvu. Harumframt verða skipaðar venjingar í hondbólti ella fótbólti tveir tímar um dagin fýra dagar um vikuna. Tvær greinar eru á ítróttarrásini. Hondbóltur og fótbóltur. Á ítróttarrás kunnu næmingar harumframt velja upp til 4 tímar afturat alis-/evnafrøði, ið vit viðmæla øllum at velja. Næmingarnir kunnu antin velja týskt ella upp til tvær lærugreinar so sum hondarbeiði, smíð, myndlist, heimkunnleika, tónleik, motorlæru umframt skrivigleði og íverksetan. 

Hondbóltsgreinin á Ítróttarrásini er samstarv millum skúlan, Neistan og Kyndil. Ungdómsmennarar úr Kyndli og Neistanum manna saman við einum lærara venjaratoymið á hondbóltsgreinini.

Fótbóltsgreinin á ítróttarrásini er samstarv millum FSF og skúlan. Venjarar við í minstalagi B-venjaraprógvi manna venjaratoymið á fótbóltsgreinini.

Fyri at rúma øllum venjingunum og samstundis røkka øllum málum í námsætlanini byrjar skúladagurin á ítróttarrásini kl 7:40. Ítróttur sum lærugrein fellur burtur sum sjálvstøðug lærugrein og rennur saman við fótbólts- og hondbóltsvenjingunum. Sertilboðið lýkur treytirnar fyri at næmingarnir fáa vanlig 9.floks prógv.

Ein týðandi partur av venjingunum á ítróttarrásini er styrki, fimi og skaðafyribyrging. Ítróttaumstøðurnar eru tær bestu, ein kann hugsa sær í so máta, júst í Gundadali. Dagliga frálæran er í FSF-húsunum og venjingarnar á vøllunum og hallunum í nærumhvørvinum.

Floksstøddin á ítróttarrásini fylgir vanligum ásetingum, og allir næmingar hava ein flokslærara, sum samstundis er kontaktpersónur hjá foreldrunum. Næmingarnir verða førleikabýttir føroyskum, enskum og støddfrøði í grundstig og hástig. Hetta førleikabýtið byggir á hvussu næmingurin saman við foreldrunum metir sín førleika, fakligar royndir, ið skúlin javnan skipar og lærarans professionella meting av evnum og arbeiðslagi hjá næminginum.

Til ber í ávísan mun at skifta millum bólkar í skúlaárinum og millum skúlaárini, um hetta er tað rætta at gera. Bæði stigini byggja á námsætlanina og próvtøkan er skipað eftir sama leisti. Men grundstigið er helvtina av tímunum skipað við tvílæraraskipan og hástigið fer munandi út um minsta krav um pensum og tilfar.

Endamálið

Endamálið við ítróttarrás er, at tú sum leikari kann fáa eitt skúlatilboð, ið eisini styrkir teg sum íðkara og ítróttarfólk. At tú røkkur persónligum málum í tíni ítróttargrein, og at tú styrkir teg sum einstakling og liðleikara. 

Harafturat trúgva vit upp á, at ítróttarinnihaldið í skúlatilboðnum kann styrkja motivatiónina til skúla og harvið fakligu menningina hjá tær, sum ger, at tú fært eitt betri prógv, enn tú annars hevði fingið.

Ferðir innanlands og út í heim 

Ítróttarrás fer tríggjar ferðir í skúlatíðini. Í heysthálvuni fara allir 8. flokkarnir samansjóðingarferð.
Í várhálvuni fer Ítróttarrás  á seturskúla í Føroyum, ið er eitt slag av venjingarferð. Haraftrat fer ítróttarrás á námsferð í 9.fl út í heim, har møguleiki verður at vitja okkurt av stóru ítróttarfeløgunum í Danmark í samband við ítróttargreinina. Uttanlandsferðin er tó treytað av, at í minsta lagi 2/3 av foreldrunum taka undir við ferðini. Foreldrini bera útreiðslurnrar av ferðini.

Treytir

Fyri at kunna vera á ítróttarrás skalt tú vera limur og virkin í einum ítróttarfelag. Tú eigur í tann mun tað er gjørligt at hjálpa til í tínum felagi við døming í yngru kappingunum og venjing av yngru árgangunum. Harafturat skalt tú leika við einum liði í lands- og steypakaping fyri títt felag.

Korpsliga skalt tú vera so fyri, at tú fært luttikið í venjing á høgum stigi við krevjandi kropsligum avbjóðingum.

Næmingar, ið ikki lúka hesar treytir, kunnu ikki fáa pláss á ítróttarrásini. Næmingar, ið ikki lúka hesar treytir eftir upptøku á ítróttarrásini, antin tí teir fáa varandi skaða ella eru givnir í sinum felag, fáa bjóðað at flyta yvir á almennu rásina. Er tillagining neyðug eftir heystfrítíðina í 9.flokki, kann næmingurin halda fram í flokkinum, men verður frígvin úr ítróttarpartinum.

Upptøka

Upptøka er í oktober/november. Tilmelding er á netinum og letur upp seinast í oktober. Skipað verður fyri upptøkuvenjing og upptøkusamrøðu 3 vikur eftir, at tilmeldingin er latin upp. 

Til úrtøkuvenjingarnar eru eitt venjaratoymi og eitt eygleiðingartoymi. Venjaratoymið er mannað við venjarum á rásini. Eygleiðingartoymið er mannað av uttanveltaðum umboðum og umboðum fyri samstarvsfelagarnar hjá Skúlanum á Fløtum. Til samrøðuna er umboð fyri leiðsluna í skúlanum og umboð fyri venjaratoymið.

Skúlin skipar fyri kunnandi foreldrafundi eftir at tilmeldingin er latin upp, men áðrenn úrtøkuvenjing og upptøkusamrøða eru ætlaðar at vera. Endamálið við fundinum er at kunna um tilboðið, geva foreldrum og næmingum  høvi at spyrja um viðurskifti viðvíkjandi rásunum.

Pláss er fyri í mesta lagi 24 næmingum í hvørjum flokki. Eru færri enn 18 tilmeldað og mett egnað fellur tilboðið burtur. Bíðilisti verður skipaður, um tilboðini eru yvirteknað.

Eru fleiri enn 24 mett egnað verður lutakast* millum tey, sum eru mett egnað og eru tilmeldað rættstundis. Tey, sum eru tilmeldað eftir tilmeldingarfreistina koma á bíðilista eftir tilmeldingardato. Luttakarar kunnu standa á bíðilista fram til heystfrítíðina í 9.fl.

*Er hondbóltsrásin yvirteknað, tá tilmeldingarfreistin er farin, hava limir í samstarvsfeløgunum fyrimun áðrenn lutakastið.